Oljuprísurin er hækkaður nógv í asiatiska handlinum mánadagin eftir ófrið í Miðeystri.
Tað veit Bloomberg News at siga.
Prísurin á eini tunnu av Brent-olju er handlaður til 82 dollarar. Hetta er ein vøkstur á umleið 13 prosent í mun til endaprísin fríggjadagin á næstan 73 dollarar fyri tunnuna.
Benchmark Brent oljan er eitt slag av ráolju, sum ofta verður brúkt sum tilvísing fyri oljuprísin í Evropa og aðrastaðni í heiminum.
Sambært Bloomberg News er talan um hægsta prís á Brent-olju síðani januar 2025.
Seinast ráoljuprísurin fór uppum 100 dollarar fyri tunnuna var í byrjanini av krígnum í Ukraina, skrivar tíðindastovan AFP.
Oljuprísurin er hækkaður eftir umfatandi amerikansku og ísraelsku álopini á Iran, sum byrjaðu leygardagin.
Tá oljuprísurin hækkar, hevur tað vanliga neiliga ávirkan á partabrævamarknaðirnar.
Miðeystur er økið við størstu oljuframleiðsluni. Tí ávirka ósemjur í økinum vanliga oljuframleiðsluna ella gera tað trupult at flyta oljuna.
Tá skipaferðslan verður gjørd trupul, er tað serliga Hormuzsundið, sum við síni staðseting millum Persaflógvan og Omanflógvan er eitt av teimum sundunum í heiminum við mestu ferðslu.
Staðsetingin ger sundið til ein týðandi handilsmiðdepil. Umleið 20 prosent av heimsins olju fer gjøgnum Hormuzsundið, skrivar AFP.
Hormuzsundið er ikki alment stongt, men fleiri skip hava umskipað leiðir orsakað av álopinum. Hetta er millum annað galdandi fyri danska reiðaríið Maersk, sum hevur steðgað øllum ferðum gjøgnum sundið.
Hetta kundi havt við sær, at oljan skal flytast um aðra farleið, sum tekur longri tíð og tí kostar meira.
Ísrael fór í samstarvi við USA undir eitt stórt loftálop á Iran leygardagin.
Seinni varð í iranska almenna sjónvarpinum staðfest, at ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, varð dripin í einum álopi. Umframt eina røð av leiðandi iranskum hermonnum.
Khamenei hevur verið ovasti leiðari í Iran síðani 1989.
Sum svar uppá ísraelsku og amerikansku álopini hevur Iran lopið á mál í Ísrael og einum hópi av londum, har amerikanskar hernaðarstøðir eru.
/Ritzau/











