Dysturin í bundesliguni, ið sunnukvøldið var leiktur í Max Schmelling høllini millum liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin og Rhein Neckar Löwen endaði við 35-28 sigri til Füchse Berlin. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 16-11.
Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
Füchse Berlin er næstfremst í deildini við 38 stigum. Magdeburg er fremst við 42 stigum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá DYN Handball frá dystinum Füchse Berlin-Rhein Neckar Löwen:
##med2##











