Oljurisin Shell er ikki á veg út úr Føroyum. Føroyski landgrunnurin er framvegis partur av leitistrategiini hjá hesum eina av heimsins størstu oljufeløgum. Tað upplýsir ein av oddamonnunum hjá Shell í Noregi, Martin Ecclestone fyri Sosialinum. Tað er Norske Shell, sum í dag umsitur leitiloyvini hjá fyritøkuni á øllum Atlantsmótinum, sum Føroyar, Bretland og Írsland og eisini lutvíst Noreg eru partur av.
Tað hevur áður ljóðað, at Shell var við at selja partar av sínum leitiloyvum í bæði bretskum, írskum og føroyskum øki. Hesi tíðindini verða váttað á heimasíðu hjá Schlumberger í hesi vikuni. Har stendur, at Royal Dutch Shell Plc leitar eftir keyparum til partar av fleiri leitiloyvum í bretskum, írskum og føroyskum øki. Hvat víðvikur Føroyum er talan um loyvi 007 (Brugduøkið) og 009, sum fevnir um William oljuprospektið tvs. økið, har BP, Shell og Anadarko skulu til at bora í oktober ella november.
Einki óvanligt
Martin Ecclesstone frá Norske Shell sigur, at tað er heilt vanligt fyri oljufeløg at selja út av loyvum. Hetta verður gjørt um allan heim. Ein orsøkin er tann, at man vil spjaða váðan meira. –Vit hava ongar ætlanir at taka okkum úr føroyska økinum, og vit síggja spentir fram til at bora Williambrunnin. Um hann verður ein succes, so kann hetta heilt broyta samlaðu ætlaninar hjá Shell í hesum økinum eins og hjá mongum øðrum oljufeløgum við.
Parturin hjá Shell í hesum brunninum er 33%. Her er talan um ein sera váðiligan brunn (High risk well, blaðm.) og í slíkum førum er tað als ikki óvanligt, at tú roynir at minka um partin og selja út til onnur feløg, sum kunnu hava áhuga at vera við. Martin Ecclestone, sum er tøkniligur leiðari fyri leitiloyvini á Atlantsmótinum veit ikki, hvussu nógv Shell ætlar at selja burtur av loyvinum, men tað vil uttan iva vera meira ynskiligt at sita við t.d. 20% av loyvinum, nú talan er um ein háváðiligan brunn tvs. at teir royna at selja eini 13% burtur av sínum parti. Tað er tó greitt, at um eingin annar hevur áhuga fyri at leypa burtur av partinum hjá Shell so fer felagið at varðveita síni 33%, tí her er talan um ein brunn felagið hevur bundið seg til.
Økja um partin
Um so var at Shell boraði ein brunn í einum øki, har olja varð funnin frammanundan ella har seismikkurin gav sera positivar ábendingar, tá vilja 33% kanska vera í minna lagi fyri eitt felag sum Shell, og í slíkum føri hevði felagið helst verið sinnað til at økt um sín part. So alt hetta við at selja út av einum loyvi snýr seg um eina javnvág millum útlitini fyri succes og hvussu stórur váði er.
Shell var við í Brugduboringini á føroyska landgrunninum, sum gjørdist turr men har tað kortini gekk væl tøkniliga. Fyritøkan bíðar nú eftir endaliga úrslitinum av Brugduni og út frá tí eins og úrslitinum av Williambrunninum verða so framtíðar ætlaninar lagdar fyri Føroyaøkið. Uppá fyrispurning um Shell fer at verða við í 3. útbjóðingini í vetur sigur Shellstjórin, at hetta veldst alt um úrslitið av Williambrunninum. Tað fyriliggur so ikki fyrr enn í komandi ári og tí má metast sannlíkt, at Shell verður ikki við í tí umfarinum.