Olofson flytir til Klaksvíkar

Peter O. K. Olofson er vælkomin í Christianskirkjuna at prædika, siga sóknarprestarnir í Klaksvík

Umstríddi presturin, Peter O. K. Olofson, flytir til Klaksvíkar, tá hann fer úr starvinum í Fuglafirði 1. mars.

Og tað er einki í vegin fyri, at hann kann prædika í Christianskirkjuni, siga sóknarprestarnir í Klaksvík, sum hava verið millum stuðlarnar hjá Olofson í kirkjustríðnum.

Peter O. K. Olofsson váttar fyri Sosialinum, at hann flytir til Klaksvíkar 1. mars, men hann veit lítið at siga um, hvat hann fer at takast við har.

? Orsøkin til at eg og familjan flyta til Klaksvíkar er, at vit hava fingið eina íbúð har. Eg dugi ikki at siga, hvat eg fari at gera eftir 1. mars, tí tað er eingin avgerð tikin um tað, sigur Olofson.

? Eg eri trúgvandi fyri tað, um eg flyti til Klaksvíkar, men hvør mín leiklutur verður har, veit eg einki um, sigur hann.

Hava tú og familjan umhugsað at flyta av landinum?

? Nei, tað hevur ongantíð rættiliga verið uppi og vent. Føroyar er eitt gott land at búgva í.


Hurðarnar standa opnar

Sóknarprestarnir í Klaksvík bjóða Olofson at vera vælkomnan til teirra prestagjald.

? Kirkjurnar í prestagjaldinum eru opnar fyri Olofson, sigur Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur.

Starvsfelagin hjá honum, Hans Eiler Hammer, sigur tað sama, og hann heldur einki forða fyri, at Olofson sleppur at prædika í Christianskirkjuni, um hann hevur hug til tað.

? Olofsson hevur ikki mist kragan, hann hevur sjálvur sagt seg úr starvinum, og tí er einki í vegin fyri, at hann kann prædika í Klaksvík, siga sóknarprestarnir í Klaksvík.

? Olofson hevur nógvan kunnleika og er trúgvur ímóti Bíbliuni. Tað ivast vit ikki í, at vit fara at njóta gott av. Hann hevur nógva sálarrøkt, eisini í norðoyggjum, og eisini fólk úr øðrum samkomum leita sær sálarliga hjálp hjá honum.


Sama leiklut

sum onnur

? Olofson fær sama leiklut, sum onnur hava í Christianskirkjuni. Aðrir prestar hava havt havt gudstænastu í Klaksvík, og onkur lesandi eru eisini sloppin fram at. Um hann hevur hug til tað og brúk er fyri honum, sleppur Olofson eisini at hava gudstænastu, sigur Hans Eiler Hammer, sóknarprestur.

Hann heldur eisini, at ein møguleiki er, at lata Olofson hava onkra føstugudstænastu á smærru plássunum í prestagjaldinum.

Niels Pauli Danielsen sigur, at prestarnir í Klaksvík sambært lóg um brúk av kirkjunum kunnu avgera, hvør kann sleppa at halda gudstænastu í Christianskirkjuni.

? Vit hava als einki ímóti, at Olofson kann sleppa fram at, tá brúk er fyri honum, eins og hann er vælkomin í øðrum kirkjum og prestagjøldum í landinum við sínum greiða boðskapi og stóra gudfrøðisliga kunnleika, sigur hann.


Segði seg úr stravinum

Orsøkin til, at Petur O. K. Olofson segði seg úr starvinum í Fuglafirði, er at finna í kirkjustríðnum, sum leikaði á í fjør.

Alt byrjaði við, at Olofson ikki vildi góðtaka, at bispur loyvdi kvinnuligum presti at prædika í kirkjuni í Fuglafirði, meðan hann var í aðrari kirkju í prestagjaldinum.

Eftir nógv samskifti millum bisp og Olofson endaði tað við, at Olofson kærdi bisp fyri Kirkjumálaráðið. Eftir hetta kom rættilig ferð á hendingarnar, tí fleiri prestar stuðlaðu Olofson í hansara stríði við bisp, og danska Kirkjumálaráðið fekk nógvar kærur úr Føroyum.

Eftir langa viðgerð vísti Kirkjumálaráðið allar kærurnar frá sær, og hetta fekk Olofson at siga seg úr starvinum. Tað hevði hann lovað frammanundan. Olofson segði, at bispur loyvdi ranglæru í kirkjuni, men tað vísti bispur frá sær.

1. mars fer Olofson so úr starvinum í Fuglafirði, og tá leggur hann leiðina um Lorvíksfjørð, til Klaksvíkar, har hann fer at búseta seg.