Olofson á uppboð

Listarverk eftir kendar føroyingar endar á uppboði í Klaksvík um eina viku

Mánadagin letur ein óvanlig listaframsýning upp í Klaksvík. Tí hóast verk eftir onkarar kendar listarmenn eru við á framsýningini, er meginparturin av málningunum gjørdur av fólki, sum vanliga ikki fáast við málningalist.

Millum tey næstan 40 nøvinini, sum eru við á framsýningini, eru Jógvan við Keldu, Leivur Hansen, Petur O. K. Olofson, Karl Martin Samuelsen, Óli Breckmann og Niels Pauli Danielsen.

Harafturat hava fleiri kendir og minni kendir føroyingar gjørt eitt listaverk til framsýningina.

Tað er Lions Club í Klaksvík, sum stendur fyri framsýningini, sum er ein liður í royndini hjá felagnum at savna pengar til vælgerandi endamál í norðoyggjum.


Fólk kunnu bjóða

Framsýningin letur upp í hølinum hjá Norðoya Fornminnafelag mánadagin klokkan 16.00. Framsýningin er opin allar gerandisdagarnar í næstu viku frá klokkan 16.00 til 20.00.

Leygardagin verður framsýningin tikin niður og flutt í Ósaskúlan, har málningarnir skulu seljasta á uppboðssølu sunnudagin frá klokkan 15.00. Christian Olsen verður uppboðshaldari.

Um fólk ynskja at vera ónevnd í sambandi við uppboðssøluna, kunnu tey lata ein lepa inn við sínum boði áðrenn uppboðssøluna.

Lions Club kom til Føroya í 1966, tá fyrsta deildin varð stovnað í Havn. Í 1978 varð deildin í Klaksvík stovnað.