Talan var um eitt av teimum smærru prutlunum, sum ikki skulu kunna koyra meira enn 30 km um tíma. Men á løgreglan setti hetta prutlið á rullibrettið, vísti tað seg, at prutlið kundi koyra 65 km um tíman. Førarin, sum hevði koyrikort og aldur, fær bót fyri tað og fær eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Eisini varð nummarplátan tikin av prutlinum. Av tí at førarin var so ungur verða foreldrini kunnað, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Um 13 tíðina í gjár varnaðist løgreglan á Tvøroyri at olja var á vegnum á Sjógøtu. Løgreglan fylgdini slóini og endaði á einum verkstað í Froðba. Tað vísti seg, at talan var um persónbil, sum var á verkstaðnum. Hann hevði trupulleikar við eini dysu. Oljudálkingin var ikki størri enn so, enn at sløkkiliðið metti, at regnið skolaði oljuna burtur, tí varð ikki farið at spula vegin.
Tvær fráboðanir komu í gjár um vindskaða. Onnur fráboðanin var av Tvøroyri, har nakrar takplátur á einum fjósi vóru leysar. Hin var í Hósvík, har ein tekja á einum úthúsi var um at ríva.