Olympisku vetrarleikirnir, sum eru í Pyeongchang í Suðurkorea í hesum døgum, vórðu settir í dag. 35.000 áskoðarar vóru til setanina, hvørs høvuðsevnið var friður.
Teir næstu 16 dagarnar fara úti við 3000 ítróttafólk at kappast um tey 102 heiðursmerkini, sum eru at vinna á leikunum. Kappast verður í 15 ymiskum ítróttagreinum.
Seks lond eru við á olympisku vetrarleikunum fyri fyrstu ferð. Tey eru Eritrea, Kosovo, Maleisia, Nigeria, Singapor og Ekvador.
Hetta er aðru ferð, at Suðurkorea er vertur fyri olympisku leikunum. Í 1988 vóru summarleikirnir í Suðurkorea.
Olympisku vetrarleikirnir í Pyeongchang enda tann 25. februar.