Talv
Mallorka: Vit vunnu í 13. umfari ein greiðan 3-1 sigur á Paraguay, sum annars vóru styrkismettir ovari enn vit, nevnliga nr. 82 ímóti okkara 87. 130 lond taka lut á talvolympiaduni.
Martin Poulsen leikti ein tryggan javnleik ímóti altjóða meistara. Talvið vardi nærum fýra tímar og javnleikurin var ongantið í vanda. Hans Kristian Simonsen bardi seg frá ivasamum byrjanarspæli til vunnið endatalv móti javntsterkum telvara. Kollfirðingurin heldur treiskur fram við góðum úrslitum.
Liðleiðarin Mogens Nielsen vísti Olafi Berg álit og hesum vísti yngsti maðurin á liðnum honum aftur við at vinna á 3. borði. Olaf hevur havt eina heldur ringa kapping, men hevur nú 2 stig av 8 og fær kjansin at betra um skoruna í seinasta umfarinum fríggjadagin. John Rodgaard tók ein skjótan javnleik á 4. borði.
3-1 var eitt megnarúrslit, sum merkir at vit nú eftir trettan umfør hava 26,5 stig, omanfyri 50%, og eru á einum deildum 56. plássi. Tredivu pláss omanfyri styrkismetingina.
Ukraina hevur nærum við vissu tryggjað sær OL-gull. Teir hava 36,5 stig og næstir teimum eru russar við 33,5 stigum. Seinast nakað annað land enn Russland/Sovjet vann OL, var í 1978, tá Ungarn vann.
Danir hava einans 27,5 stig og um talvgudinnan Caissa er við okkum, ja so hava vit kjansin at yvirhála danska liðið.
Í 14. og seinasta umfarinum hitta vit fyri fyrstu ferð Ísland í OL-høpi! Teir hava eisini 26,5 stig. Íslendingar hava tríggir stórmeistarar og tríggir altjóða meistarar við sær til Mallorka og væntandi hava teir sterkasta lið á pappírinum í uppgerðini um norðatlantshavið. Vit eru sjálvasagt spentir um uppgávuna. Ísland er kent sum kanska relativt tað sterkasta talvlandið í heiminum og ein javnleikur móti teimum hevði verið ein sensatión. Fyri at fáa 50% skoru skulu vit minst fáa 1,5 stig. Tað er málið. Men realistisk eiga vit heldur ikki at gráta um ein 3-1 ósigur.
Einkultúrslitini innan seinasta umfar:
Martin Poulsen 4,0 av 10
Hans K. Simonsen 7,0/11
Olaf Berg 2,0/8
John Rodgaard 8,0/11
Eyðun Nolsoe 3,0/7
Carl Eli N. Samuelsen 2,5/5