Omanlop í Sandslíð

Um middagsleitið týsdagin leyp grót oman á vegin í Sandslíð á Sandoy

Stutt eftir middag týsdagin var omanlop í Sandslíð á Sandi. Nakrir stórir steinar loysnaðu úr líðini og lupu oman á vegin. Fólkaskaði var eingin, men stórir steinar endaðu á vegnum, og teir forðaðu ferðsluni at ganga frítt.
Menn frá Landsverksfrøðinginum komu tó skjótt á staðið og ruddaðu grótið burtur.
Ingibjørn Eldevig, sýslumaður, sigur, at tað er ikki óvanligt, at lop er eftir kava og frost, um talan ikki altíð er um so stórt grót sum hesaferð.
Á Sandoynni eru fleiri vandamikil strekki, har vandi er fyri omanlopi. Ofta hoyra vit um Dalsvegin. Ingibjørn Eldevig, sýslumaður sigur, tað eisini javnan loypir oman á Skarvanesvegin og í Sandslíð.
? Nú verður so nógv tosað um at vandamiklar vegir og um at gera tunlar. Men tað er einki strekki í landinum so vandamikið sum Sandslíð, heldur sýslumaðurin.
? Her er nógv ferðsla, og her koyra stórir bussar, sigur Ingibjørn Eldevig, sum heldur vegastrekkið í Sandslíð verða hættisligari enn eitt nú gamli Leirvíksvegurin.