Ongar broytingar í valskipanini

Bretum dáma væl verandi valskipan, hóast nógvar atkvøður tykjast fara til spillis.

 

Konservativi flokkurin vann valið í Stórabretlandi í gjár, meðan Labour og liberaldemokratarnir í dag mugu slikka sárini. Men hóast munurin í tingmannatalið er stórur, er munurin í atkvøðutalum nógv minni.

 

Konservativi flokkurin fekk 36,9 prosent av atkvøðunum, men yvir 50 prosent av tingsessunum. Bretski arbeiðaraflokkurin, Labour, fekk haraftur ímóti 30,5 prosent av atkvøðunum, men einans 36 prosent av atkvøðunum. Labour hevði dupult so stóra framgongd í atkvøðutali, 1,5 prosentstig, sum Konservativi flokkurin, 0,8 prosentstig, men kortini vann konservativi flokkurin sær 23 nýggjar tingsessir, meðan Labour misti 26.

 

Høgraradikali flokkurin UKIP fekk 12,6 prosent av atkvøðunum, men einans ein tingsess, meðan skotski loysingarflokkurin, SNP, fekk 56 tingsessir fyri síni 4,7 prosent av atkvøðunum. Liberaldemokratarnir fingu dupult so nógvar atkvøður sum SNP, men einans 8 tinglimir.

 

Kortini eri ikki útlit fyri, at valskipanin í Onglandi verður broytt, tað er nevniliga ikki langt síðani, at ein broyting í valskipanini varð vrakað av bretska fólkinum í fólkaatkvøðu. Jóannes Vitalis Hansen, føroyskur sendimaður í London tosaðu við Hilmar Jan Hansen í Rás 2 fyrrapartin, um bretska valið og valskipanina.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.