Tað var Tvørabáturin, sum vann ein tryggan sigur í róðrinum hjá seksmannaførum hjá monnum í dag
Tað var annars Jarnbardur, sum fekk tann besta startin.
Men tað var rættiliga skjótt, at Tvørabáturin tók hann og síðani økti hann bara leiðsluna. Hann var í serflokki allan vegin inneftir og ongin kláraði at geva honum tað nakra sum helst kapping.
Einasta kappingin var um tey næstu plássini, har Páll Fangi og Rádni vóru í harðari kapping.
Urslitið av róðrinum fyri seksmannafør hjá monnum var annars
1.Tvørabáturin 04 48 18
2.Rádni 04.50.10
3 Páll Fangi 04.51.03
4. Lómur
5. Jarnbardur
6. Hvessingur
7.Gongurálvur
8. Herningur