Ongin skal stúra fyri at verða gamal

Býráðsformaðurin í Vági ætlar at øll, sum vilja, skulu sleppa á sambýli at búgva

? Eingin skal hava fyri neyðini at stúra fyri at verða gamal.

? Nei, vit skulu hava loyvi at gleða okkum til ellisárini.

Á eldrasamkomuni í Vági seinasta mánakvøld, segði býráðsformaðurin, Jógvan Krosslá, at hann legði stóran dent á at bøta um viðurskiftini hjá teimum eldru.

Á samkomuni, sum varð hildin í sambandi við, at 1999 er eldráár, hugleiddi hann hann um eldrapolitikkin hjá Vágs Býráð og um, hvørjar ætlanir býráðið hevði á økinum.

? Hann segði, at nú tykist tann gamla tíðin at vera farin, tá ið tað vanliga var so, at eitt av børnunum giftust inn og soleiðis vóru tey yngru um tey eldru, so at tey ikki komu at sita einsamøll.

? Tvørturímóti fingu tey ofta stóra gleði av ommu- og abbabørnum.

?Henda tíðin er um at ver-a farin so at tað í dag tykist at vera longri ímillum ættarliðini enn tað var fyrr.

? Nú er tað so, at tey eldru koma oftast at sita einsam øll og hartil mangan støk eisini av tí at annar hjúnafelagin er farin.

? Nú á døgum eiga fólk ikki so nógv børn sum fyrr. og hartil flyta børnini aðrastaðni at búgva, summi enntá í onnur lond, og tá koma tey gomlu at sita einsamøll.

Jógvan Krosslá segði, at soleiðis er tíðarrákið nú og tað fáa vit onki gjørt við.

? Men helst eru vit øll samd um, at vit hava mist nógv við hesum broytingum.


Nakað at hugsa um

Býráðsformaðurin vísti á, at heilsustøðan er umstøðurnar eru munandi batnaðar seinastu árini, og tað er bara at fegnast um.

? Men sostatt er støðan tann, at vit verða fleiri og fleiri eldri, bæði hjún og støk.

? Nógv nógv av teimum koma at sita einsamøll, uttan stórvegis møguleikar at koma saman við øðrum - ikki minst um heilsan er farin at bila.

Hann helt, at hendan støðan átti at givið politikarum nakað at hugsa um, bæði kommunal- og landspolitikarum.

Sjálvur helt hann, at tað var ikki sørt, at politikarar vóru farnir at hugsa um viðurskiftini hjá teimum eldru.

? Møguliga er tað tí, at tey vóru komin í tankar um, at eisini tey verða gomul einaferð, legði hann so afturat.


Sett spakan í

Hann segði, at hesa støðuna hava tey í Vági merkt sær aftanfyri oyrað.

? Vit vita, at á hesum økinum verður uppgávan at bera so í bandi, at tey eldru fáa møguleikan at koma meiri saman.

? Hetta kann gerast við at byggja sambýli í hóskandi stødd.

? Har kunnu tey eldru hava eitt tilboð, so at tey, sum vilja, kunnu søkja um at sleppa at búgva í einum slíkum sambýli.

Jógvan Krosslá segði, at í Vágs Býráð verður tað mett sum eitt nútíðar krav, at tað verður hugsað um tey eldru, teirra seinastu ár, eftir at tey hava seg og síni og verið við til at lagt lunnar undir nútíðar samfelagið.

Hann vísti á, at í Vági hevur kommunan sett spakan í til tað fyrsta sambýli, sum er til 10 fólk.

?Men vit hava samstundis lagt øki av til tvey sambýli afturat, um tørvur skuldi verið á tí.

Sjálvur helt hann,at tað bleiv brúk fyri einum sambýli afturat rættiliga skjótt.

? Eldrasambýlini verða so ein møguleiki til at velja sær eitt heim undir tryggum umstøðum, saman við øðrum fólkum, har heimahjálpirnar passa tey.

? Í sambýlinum koma tey eldru at búgva undir tryggum umstøðum, við tað at eisini um næturnar verður heimahjálp á náttarvakt, so tað fæst altíð fatur á hjálp, um tað verður neyðugt.

Jógvan Krosslá segði, at tað skal verða gott hugnaligt hjá teimum gomlu, at búgva saman við øðrum gomlum í einum sambýli, har næstringar og vinfólk altíð kunnu kunnu støkka inn á gólvið og har tey vita, at teirra kæru hava tað gott.

Jógvan Krosslá segði, at eftir hansara tykki skuldu øll, sum vildi, kunna sleppa inn á eitt slíkt heim at búgva.

Hann legði afturat, at hetta var eitt hjartamál hjá honum.


Eiga at streingja á

Jógvan Krosslá segði, at Almanna- og heilsumálastýrið

vísti vælvild til at hjálpa til á eldraøkinum og tað fegnaðist hann um.

Men hann helt, at taðvar neyðugt, at kommunur og onnur áhugað strongdi hart á fyri at fáa eina skipan á eldraøkinum, sum sømdi seg eini framkomnari tjóð.

? Tað er m.a. ikki minst teimum gomlu fyri at takka, at framburðurin í samfelagnum hevur verið so stórur.

Hann segði, at ikki minst beint nú er tað neyðugt at streingja á fyri at fáa ein virknan eldrapolitikk og fyri at fáa stungið út í kortið, hvussu, viðurskiftini hjá teimum eldru skulu vera við sambýlum, heimarøkt o.s.fr.

? Føroyska samfelagið er í eini stórari broytingartíð.

? Og tað er onki at taka seg aftur í, at tað er akkurát í hesum døgum, at karmarnir fyri framtíðina verða lagdir.

Og eftir hansara tykki verða teir hartil lagdir nokk so fastir.

Hann helt eisini, at nettupp nú vóru politikarar sum heild vælviljaðir fyri at bøta um korini hjá teimum eldru.

? Og tí ræður um at leggja streingja á fyri at fáa viðurskiftini hjá teimum eldru ?upp á pláss?.

Og hann helt, at tað var eitt rímiligt krav, at umstøðurnar í samfelganum annars sóust aftur í teimum livikorum, vit bjóða teimum gomlu.


Hava savnað 260.000

Jógvan Krosslá fegnaðist eisini stórliga um tað stóru upphædd, sum privat hava savnað saman til eldrasambýli í Vági við gávum, bingo, o.ø. Tey hava savnað heilar 260.000 krónur til sambýlið, og tað helt hann var heilt ótrúligt.

? Tað hevur gjørt, at tað hevur, at tað ber til at fara undir sambýlið skjótari, enn tað annars hevði borið til.

? Men samstundis eggjar tað býráðnum til at fara undir byggingina.

Sjálvt hevur býráðið sett 250.000 krónur av til sambýlið, umframt grundstykkið, sum kostar 300.000 krónur.

Síðani hevur er fígging fingin til vega frá Almannastovuni, upp á 500.000 fyri hvørt fólkið, sum er tann fasta upphæddin.

Hann segði, at nú 1999 er eldraár, hevði tað verið stuttligt, um sambýlið í Vági kundi verðið tikið í nýtslu áðrenn árið varð úti.

? Ætlanin er at taka tað í nýtslu 1. januar 2000.

Hann segði, at býráið er farið undir hetta tiltakið tí endamálið má vera, at eingin skuldi stúra fyri at verða gamal.

? Nei, vit skulu hava loyvi at gleða okkum til ellisárini og takka Guði fyri tað, segði Jógvan Krosslá.



Tíðarkvørnin

Á eldrasamkomuni í Vági seinasta mánakvøld las Kaj Meyer á Tvøroyri eisini upp yrkingina Tíðarkvørnin, sum Ebba Mortensen á Tvøroyri heví yrkt

- - - - - -


Tíðarkvørnin kvøður, vit mala við í hesi kvørn,

men ansa tó ikki eftir, hvussu skjótt hon melur, tá ið vit enn eru børn.

Vit koma til mans, vit fara at fríggja,

tá melur hon skjótari, tað fáa vit at síggja,

arini renna, vit gráta vit flenna,

tó melur hon enn, tó melur hon enn.

Tá halda vit viðhvørt, at hon melur fleiri ár ísenn.

Vit giftast, fáa børn,

enn skjótari melur tú, tíðarkvørn.

Børnini veksa, fara úr reiðri,

tú melur enn árini fleiri og fleiri.

Fyri okkum tú einaferð steðgar at mala,

tá koma onnur tú vilt framvegis tala.

Ætt eftir ætt, tú søkkur í eyga,

ikki tú tagnar við nakrans deyða,

tó lat ikki tíðina fara burtur bert í stríði,

lít tað vakra í Guds nátúru fríðu,

tí einki, einki tú við tær fært í mold,

frø teg yvir stjørnur og blómur her á fold.