Samgongan og Javnaðarflokkurin taka ikki undir við, at vit gera eina skiftisskipan við tí endamáli at gera føroyska búskapin leysan av donsku ríkisveitingini yvir eitt áramál.
Tað er greitt, nú Fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskoti frá Tjóðveldi um at gera eina slíka skiftisskipan.
Tey fýra umboðini fyri samgonguna í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen, umframt Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum staðfesta stutt og greitt, at tey taka ikki undir við málinum og mæla Løgtinginum frá at samtykkja tað.
Tann einasti, sum tekur undir við tí er, ikki óvæntað, Kristina Háfoss úr Tjóðveldi.
Hon sigur, at tað er ber væl til at gera okkum leys av ríkisveitingini. Tað kann gerast við, at so hvørt inntøkur landsins veksa, skulu 50% av inntøkuvøkstrinum brúkast til at uminka ríkisveitingina á fíggjarlógini, og 50% av inntøkuvøkstrinum fara inn á fíggjarlógina.
- Við hesum leisti verður landsins fíggjarlóg óheft av donsku ríkisveitingini eftir einum 8-12 árum, leysliga mett.