- Hetta er bara eitt stig av nógvum, sum fara at koma.
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, er ikki eina løtu í iva um, at tað fer at fáa álvarsliga ávirkan á okkara samfelag, tá ið samkynd sleppa at giftast.
- Hetta er bara eitt stig av nógvum, og eg ivist ikki í, at hetta fer at føra til, at vit fara at fáa eitt samfelag, sum eg ikki havi hugflog til at ímynda mær, hvussu tað fer at síggja út.
- Í Danmark hava tey fingið røktarheim fyri samkynd, tí har vilja samkynd eisini vera ímillum síni samsintu á ellisárum. Og tað er púra vist, at einaferð fara vit eisini at fáa barnagarðar fyri børn hjá samkyndum, tí tey eru øðrvísi enn onnur børn.
Hann ivast ikki í, at ein avleiðing verður at undirvísingin í skúlanum má lagast til, at at nú verður tað eisini natúrligt, at fólk av sama kyni giftast og fáa børn.
Bill Justinussen vísir á, at tað verður alla tíðina drigið fram, at hetta eru mannarættindi hjá einum minnluta, sum mugu tryggjast.
- Men var hetta so einfalt, høvdu hini norðurlondini uttan iva loyvt samkyndum at giftast fyri langari tíð síðani, men tað hava tey ikki, nettupp tí at málið er alt annað enn einfalt, sigur hann.
Og hann sigur, at akkurát hetta páhaldið um, at rættindini hjá minnilutum og teimum, sum liva øðrvísi, mugu tryggjast, fer at elva til, at vit fara longur og longur eftir glíðibreytini.
Í Miðflokkinum ivast tey ikki í, eitt av næstu stríðunum verður um rættin hjá samkyndum at sleppa at giftast í kirkju.
Í okkara grannalondum hava røddir frammi verið frammi um, at vaksin systkin eisini skulu hava loyvi til at hava kynsligt samband, tí tað er ein grundleggjandi rættur hjá fólki at gera av, hvørjum tey vilja hava kynsligt samband við.
- Og samstundis eru eisini røddir frammi um at lækka kynsliga lágaldurin.
Í Muslimskum londum er vanligt, at menn giftast við smágentum, ella hava fleiri konur.
- Og Hvussu fer fólkasamansetingin í Føroyum at síggja út, tá ið alsamt fleiri fremmand fólk fara at búsetast her. Tá ið muslimskir menn koma hendavegin, fara teir eisini at seta krav um at kunna hava sína mentan við sær, og at kunna liva eftir henni í Føroyum, tí tað er teirra mannarættur, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.
Bill Justinussen ivast ikki í, at alt hetta eru spurningar, sum eisini fara at verða drignir fram í Føroyum sum frálíður. Og altíð eru grundgevingarnar tær somu, og tær eru at tað snýr seg um mannarættindi.
- Við at loyva samkyndum hjúnalagi, er hol sett á tað ónormala, og tað gevur øðrum minilutin høvi til at eisini at krevja síni rættindi. Og eg havi slett ikki hugflog til at ímynda mær, hvat hetta fer at enda við, tí mørkini fara at verða flutt alla tíðina, sigur Bill Justinussen.