Ongin verður tikin av fylgisveini

-Fylgisveinaeftirlitið er fyrst og fremst fyri trygdina á sjónum. Einki skip verður tikið, bara tí at fylgisveinurin vísir nakað illgrunasamt. Verður eitt skip tikið fyri ólógliga veiðu undir Føroyum, so skal tað takast upp á feskan gerning av skipi ella tyrlu, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri.

 

-Fylgisveinaeftirlitið er fyrst og fremst fyri trygdina á sjónum. Einki skip verður tikið, bara tí at fylgisveinurin vísir nakað illgrunasamt. Verður eitt skip tikið fyri ólógliga veiðu undir Føroyum, so skal tað takast upp á feskan gerning av skipi ella tyrlu, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri.

Oddagreini í Sosialinum í gjár viðgjørdi møguleikarnar við nýggju eftirlitsskipanini við fylgisveini, har møguligt at fylgja við hvar skip eru stødd. Danir fyrireika nú fyrsta rættarmálið, har skip, sum er avdúkað í ólógligum fiskiskapi, er avdúkað gjøgnum fylgisveinaeftirlit. Hetta er ein skipan, sum ES hevur fingið í gjøgnum í Norðsjónum og sum føroyskir fiskimenn á fjarleiðum kenna væl til , eitt nú á Flemmish Cap og í Barentshavinum.

-Hjá landsstýrinum er aðalmálið við at seta hesa skipan í verk undir Føroyum trygdin hjá fiskimanninum. Sum nummar tvey vilja vit við hesi skipan vísa aftur skuldsetingunum, sum fiskimenn javnan fáa niður yvir seg, at teir fiska ólógliga og sum nummar trý vilja vit nýta hesa skipan sum eftirlit, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

-Onki skip verður tikið, bara tí at fylgisveinurin kemur við einum begrundaðum illgruna um at skipið veiðir ólógliga. Síggja vit, at eitt skip eitt nú flytir seg við tóvferð, einar fýra míl um tíman, á eini stongdari leið, so kann vaktarskip ella tyrla fara at kanna skipið. Men skipið verður ikki tikið, bara fylgisveinurin sýnir at skipið er á ólógligari leið. Fylgisveinurin kann bara vísa okkum positiónina hjá skipinum, hvussu skjótt tað siglir og hvønn veg tað siglir,sigur Jørgen Niclasen.

-Tað er heldur ikki fyrr enn fyri kortum, at ein tyrla kann avdúka at eitt skip veiðir ólógliga og at hendan avdúking endar í rættinum. Fyrr kundi tyrlan bara, eins og fylgisveinurin í dag, vísa á at okkur kundi verða galið, sum vaktarskipið síðan skuldi kanna. Í dag eru tyrlurnar útgjørdar við GPS og myndatóli. Skal eitt skip fellast av tyrlu, so er neyðugt við eini mynd, sum sýnir skip og positiónina hjá GPS. Also, talan skal vera um eitt veruligt prógv, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri.