Ongland bíðar eftir Rooney

Michael Owen hevur seinastu vikurnar stríðst við at fáa bilbukt við skaða í fótinum, soleiðis at hann kann verða tøkur, tá HM-endaspælið í Týsklandi fer ígongd. Enska tjóðin hevur fegnast um, at kviki framherjin tykist gerast tøkur, men nú hevur sama tjóð fingið annað at hugsa um.
Wayne Rooney noyddist nevnliga skaddur av vøllinum, tá Manchester United tapti 3-0 fyri Chelsea á Stamford Bridge, og tað er lítið, sum bendir á, at ungi framherjin verður púrasta klárur, tá HM byrjar. Vónin er nú, at Rooney kann verða tøkur, tá triði dysturin í bólkaspælinum er á skránni.