Ongland er víðari úr bólki G í HM-endaspælinum í Russlandi. Ongland vann í dag heili 6-1 á Panama, eftir at hava verið á odda 5-0 í hálvleikinum. Harry Kane skoraði hattrik. Tvey upp á brotsspark og ein av óvart.
Ongland legði nógv fyri frá byrjan og kom á odda longu aftaná átta minuttir, eftir hornaspark, sum John Stones stútaði í málið. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Harry Kane við brotssparki. Ongland helt fram við at koyra á. Jesse Lindgard og aftur John Stones og Harry Kane skoraði, áðrenn dómarin náddi at bríksla fyri hálvleiki.
Í seinna hálvleiki fekk Harry Kane sítt hattrik, men tað var meiri hepni enn nakað annað, tí hann stóð í vegin fyri einum skoti, sum rakti hann og snýtti málverjan. Panaman minkaði um munin við máli sum Felipe Baloy skoraði.
Ongland og Belgia liggja nú stavn um stavn undan innanhýsis uppgerðini. Bæði liðini eru víðari við hvør sínum seks stigum, spurningurin er bara hvør verður nummar eitt og tvey.
Ongland – Panama 6-1 (5-0)
1-0 John Stones, 8
2-0 Harry Kane, 22 br
3-0 Jesse Lindgard, 36
4-0 John Stones, 40
5-0 Harry Kane, 45 br
6-0 Harry Kane 62
6-1 Felipe Baloy, 78
Støðan:
1. Belgia 6 (Stig)
2. Ongland 6
3. Tunesia 0
4. Panama 0