Onki ljós fyri framman

? Støðan hjá rækjuflotanum er avbera vánalig og tíverri eru als ongi útlit fyri, at tað fer at batnað. Men rækjuflotin tolir ikki fleiri so vánalig ár, sigur formaðurin í felagnum Rækjuskipum


 

Fiskivinna


?Tað er minst líka galið enn. Ongin bati er hendur seinastu tíðina. Men tað ringasta er, at tað eru heldur ikki útlit fyri nøkrum bata.

Jákup Egholm Hansen, formaður í felagnum Rækjuskipum er ikki serliga bjartskygdur um støðuna hjá føroyska rækjuflotanum.

Hann sigur, at tað eru ongar broytingar verið í prísinum til tað betra, hvørki í prísinum á ídnaðarrækjum, ella á kókaðum rækjum.

?Tað er heldur tvørturímóti, tí á ídnaðarrækjum er prísurin versnaður uppaftur meiri, síðani í vár.


Ongin bati

Hann sigur, at summi hava væntað, at støðan fór at batnað nú tað líður ímóti vetri aftur.

Men tað torir hann ikki at vóna.

?Tað trúgvi eg lítið upp á, tí tað ljóðar nevniliga, at teir, sum keypa pilkaðar rækjur, hava longu fyri ein stóran part gjørt sáttmálar fyri tað, sum vit plaga at kalla jólasølan.

Hann sigur, at tað hava keypararnir sjálvsagt gjørt, tí at rækjurnar eru so bíligar beint nú, at tær fáast ikki bíligari og tí eru teir so skjótir at gera sáttmálar.

?Vanliga plágar prísurin at fara uppeftir í oktober og novembar, ímeðan jólasølan er fyri. Men eru sáttmálarnir til tað longu gjørdir, eru ongir glottar at hóma í tí sambandi í ár.

Jákup Egholm Hansen sigur, at nakar bati er tí ikki væntandi, fyrrenn í fyrsta lagi næsta vár, um nøkur broyting verður yvirhøvur.

Hvussu prísurin er á rækjum, veldst í stóran mun um støddina. Men, hvat ídnaðarrækjum viðvíkur, er prísurin fallin heilt niður á 5-8,50 krónur fyri kilo.

Hann sigur, at fyri ein summartúr plaga skipini at fáa ímillum 8 og 13-14 krónur fyri ídnaðarrækjurnar.

? Hvat kókaðum rækjum viðvíkur, er sama gongdin. Rækjur, sum vit í fjør seldu fyri 26,50 krónur fyri kilo, fáa vit ikki meiri enn 18-19 krónur fyri nú.

Jákup Egholm sigur, at tað tykist sum um at tað eru kinesarar, sum stýra marknaðinum á teimum smáu rækjunum og teir hava trýst prísin í botn.

?Prísurin er nú so lágur, at tað eru at kalla bara kanadiarar, sum klára art selja fyri tann prísin og tað klára teir bara tí at teir fiska eina ómetaliga stóra nøgd.

Formaðurin í rækjuskipum sigur, at tá ið prísurin á teimum smáu rækjunum verður trýstur niður, fylgir prísurin á hinum rækjunum aftaná.


Tola ikki fleiri ár

Jákup Egholm Hansen sigur, at hetta er annað árið á rað, sum er serstakliga vánaligt hjá rækjuflotanum.

?Hetta er ein støða, sum fíggjarliga rakar skipini ógvuiliga hart og tað er púra greitt, at flotin tolir ikki fleiri so vánalig ár, sum hesi bæði seinastu, so koma skipini í gjaldføristrupulleikar.

Hann vísir á, at rækjuflotin er frammanundan ikki serliga væl fyri, tí hann hevur ikki havt nøkur serliga góð ár síðani í sjeytiárunum.

? Rækjuflotin hevur havt onkantíð havt nøkur gullár í mannaminni, Tí er hann verri fyri fíggjarliga, enn summir av hinum skipabólkunum, sum hava havt nøkur sera góð ár inn ímillum. Tá ið rækjuflotin so harafturat renur seg í fleiri sera vánalig ár sum nú, er tað púra greitt, at summi skip eru rættiliga illa fyri, sigur formaðurin í felagnum fyri Rækjuskip.