Onki nýtt havrannsóknarskip næsta ár

Tað hevur leingi ligið í kortunum, at nýtt, framkomið havrannsóknarskip skuldi loksins byggjast næsta ár, men tað er enn einaferð strikað á fíggjarlógini. Tað sæst, nú fíggjarlógin fyri næsta ár hevur verið í kvørnini hjá fíggjarnevndini og úrslitið varð lagt aftur fyri Løgtingið í kvøld.

Landsstýrið hevði annars ætlað at seta 20 milliónir krónur av til nýtt havrannsóknarskip næsta ár, men hesa upphæddina hevur fíggjarnevndin nú strikað aftur.

Hetta er serliga Bill Justinussen úr Miðflokkinum harmur um. Hann er sjálvur í fíggjarnevndini, men í minniluta og hann vil nú hava Løgtingið at seta tær 20 milliónirnar til havrannsóknarskipið á fíggjarlógina aftur, at at byggingin kann byrja næsta ár.

- Hetta var ein verkætlan, sum skapti bjartskygni í skipasmiðjuvinnuni tí tað skuldi tryggja 160 fólkum arbeiði í hálvtannað ár, sigur Bill Justinussen.

Hann leggur afturat, at týdningurin av at Føroyar fáa eitt nýtt framkomið havrannsóknarskip kann ikki yvirmetast fyri eina tjóð, har hvørt mansbarn er knýtt at tí, sum kemur úr havinum.

- Altjóða granskingarverkætlanir í okkara havøki fara uttan iva eisini at hava munandi betri umstøður, tá framkomna skipið verður veruleiki sigur hann og hann skilir illa, at samgongan hevur slept ætlanini.

Hann heldur eisini, at tað er ómetaliga týdningarmikið at halda lív í skipasmíði í Føroyum og tí kann ein slík verkætlan verða ein spurningur um lív ella deyð hjá vinnuni