Onkrir glottar at hóma

Eitt lágtrýst vestan fyri Írland fer móti Íslandi og dýpist og tey tilhoyrandi brúgvaløgini føra vind og regn yvir Føroyar. Hósdagin fer lágtrýstið við Ísland í ein vestan og viknar. Næstu dagarnar fara væntandi fleiri brúgvaløg við regni fram við Føroyum av suðri.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin øtlar upp í hvassan vind, 15 m/s. Tað verður skýggjað og támut og regn av og á. Hitin millum 10 og 13 stig. Í nátt verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í av vestri. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, um kvøldið eitt skifti upp í hvassan vind, 15 m/s. Turt og sólglottar, men út á seinnapartin skýggjað og um kvøldið stundum regn. Út á náttina andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s og tað klárar í, tó verður ælaveður. Hitin millum 7 og 12 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og seinni suðri, 5 til 10 m/s, um kvøldið ella náttina snarar hann eitt skifti í ein landsynning og øtlar í strúkur í vindi upp í hvassan vind, 13 til 18 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar, men út á seinnapartin skýggjað og um kvøldið regn. Hitin um 10 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, eitt skifti møguliga stívt andøvsgul upp í hvassan vind í støðum, 10 til 15 m/s. Skýggjað og í løtum regn. Um kvøldið og náttina makar hann vindin av útsynningi og landsynningi, 3 til 8 m/s og tað slítur í. Hitin um 10 stig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein útsynning og veðrur andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn, seinni klárar í, tó við ælaveðri. Hitin um 10 stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein landsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, men um kvøldið meiri regn. Um náttina gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s og tað klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 8 og 12 stig.