Onkur fiskaði fyri 300.000 krónur

Fleiri av snellubátunum, sum hava ligið á Eiði í vártíðini, eru nú farnir av bygdini aftur, og menn lata sum heild rímiliga væl at vertíðini.

 

Umframt bátar, sum eru heimahoyrandi á Eiði, hava eisini menn úr øðrum bygdum havt bátarnar liggjandi á Eiði í vártíðini. Millum aðrar hava eitt nú verið bátar úr Suðuroy, umframt úr øðrum økjum í landinum.

 

Men, tað er ikki bara á Eiði, at menn leggja sínar bátar í vártíðini, klárir at leypa í oljuklæðini, tá líkindini eru.

 

Snellubátar hava eisini ligið í Leirvík og Klaksvík, og okkurt kvøldið løgdu einir 8-10 bátar veiðina upp í Leirvík. Vanligt var eisini, at bátar lógu í Haldarsvík, Funningsfirði og Oyndarfirði - fyri at nevna nakrar av útróðrarbygdunum í vártíðini.

 

Menn vóru spentir at fara á Norðhavið við snellu í vertíðini í ár, nú útlitini til fiskiskap hava verið batnandi í eina tíð. Árið í fjør royndist hampiliga væl, og menn vónaðu, at vártíðin hesaferð kanska fór at roynast enn betur.

 

Johan K. Joensen hjá Hans Egili Joensen & Synum á Eiði, sum í fleiri ár hava landað bátarnar, heldur, at menn sum heild eru væl nøgdir við vártíðina í ár.

 

- Hetta eru smáir bátar, og tí er neyðugt, at veðrið er til vildar, tá lagt verður út á hav. Teir fyrstu bátarnir fingu nakrar dagar longu í februar, men í fyrru hálvu av mars vigraði illa. Síðan royndist veðrið hampiliga væl til páskar.

 

Hann vísir á, at nú so langt er útliðið, og vertíðin kann sigast at vera liðug, eru fleiri bátar farnir heimaftur. Enn er kortini onkur bátur eftir, sum hevur ligið á Eiði í vártíðini, og enn gera menn onkrar túrar.

 

- Síðan fiskurin minkaði, og onkrir bátar kortini hava loyst, hava menn ligið millum 500 og 1200 pund um dagin, og seinasta sunnudag høvdu tveir bátar 1800 pund hvør, sum er ein rímiliga góður dagur, sigur Johan K. Joensen.

 

Í vertíðini í ár hava kranabilar hjá Hans Egili Joensen & Synum landað umleið 350 tons av útróðrarfiski á Eiði.

 

- Eg vil meta, at menninir, sum hava roynst drúgvastir, hava fingið einar 8-10 dagar í hvørjum mánaði ella kanska einar 20-25 snelludagar tilsamans í vártíðini í ár.

 

Johan K. Joensen sigur, at bestu bátarnir helst hava ligið um eini 15 tons hvør, og hóast hetta ikki ljóðar av so ógvuliga nógvum, er talan kortini um eitt hampiligt veiðivirði. Bestu snelludagarnar hevði onkur bátur upp í eini 4.000 pund, tá tað vignaðist best.

 

In.fo kann leggja aftrat, at prísurin á toski hevur verið á einari leið í vár, og siga vit, at snellumenn, tá sølan hevur roynst best, hava fingið einar 10 krónur fyri pundið, geva 15 tons av fiski 300.000 krónur í avreiðingarvirði.