Onnur akt byrjar í morgin

Kanningin av handfarðingini hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni í innlendismálum, heldur áframm í morgin.

Hans Gammeltoft er aftur í Føroyum, og í morgin byrjar annar partur av kanningararbeiðinum í samband við málið um Skálafjarðartunnilin.

 

Tað var 12. februar, at løgtingsformaðurin tilnevndi Hans Gammeltoft-Hansen sum kanningarstjóra. Arbeiðssetningurin er at kanna, um Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hava fyrisitið málið um undirsjóvartunnil undir Skálafirði og Tangafirði á lógligan hátt. Serliga er tað avtalan við Copenhagen Infrastructure Partners, sum spurnartekin eru sett við í almenna rúminum.

 

Hósdagin skal Kári P. Højgaard avhoyrast og fríggjadagin stendur Kaj Leo Holm Johannesen á skránni. Upprunaliga skuldi løgmaður avhoyrast hósdagin, men av tí, at hann hevur 50 ára føðingardagí morgin, var avhoyr hansara flutt til fríggjadagin.

 

Mánadagin skulu millum annað Jenis av Rana, tinglimur, og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, vitna fyri Hans Gammeltoft-Hansen.

 

Fyrstu avhoyringarnar vóru gjørdar í juni mánaði. Tá vildi eitt Rúni Joensen, táverandi fulltrúi í Innlendismálaráðnum, vera við, at tað var løgmaður sjálvur, sum gjørdi sonevndu break-fee avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners. Hetta stendur í sterka andsøgn við tað, løgmaður sjálvur hevur sagt, enntá av tingsins røðarapalli. Tá segði hann, at hann ikki átti lut í hesi avtaluni, ja, at hann ikki kundi funnið upp á at gjørt eina slíka avtalu.

 

Les eisini Løgmaður átti lut í CIP-milliónini 

 

Rúni Joensen vitnaði fyri Hans Gammeltoft-Hansen, at tað var løgmaður, ið hevði gjørt avtaluna um break-fee, og at Kári P. Højgaard einans hevði skrivað undir.

 

Hesi frágreiðing váttaði Kári P. Højgaard fyri in.fo 25. juni.

- Løgmaður yvirtók føraratroyggjuna í Skálafjarðartunnilsmálinum, og tað var hann, sum gjørdi avtaluna við CIP, segði Kári P. Højgaard.

 

Les eisini Løgmaður gjørdi avtaluna um milliónina 

 

Løgmaður vildi hinvegin ikki viðurkenna seg avtaluna.

- Um eg havi havt ávirkan á, at tað gjørdist júst ein millión, skal eg ikki siga. Men eg minnist ikki støðuna sum, at tað var eg, sum gjørdi avtaluna, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

 

Les eisini Soleiðis minnist eg tað ikki

 

Komandi dagarnar fáa vit so væntandi nærri innlit í, hvussu málið hongur saman. Avhoyringar eru almennar, og eru í Føroya Rætti.