Fríggjkvøldið verður tiltakið Open by night í Vági. Hetta at hava opið á nátt, ella seint á kvølldi, er alt vanligari at síggja á størru plássunum.
Fríggjakvøldið hava handlarnir í Vági opið til klokkan 22 og teir hava ymisk góð tilboð at bjóða viðskiftafólkunum.
Eisini eru ymisk tiltøk í býnum. Skótaliðið royndin hevur sølubúð við kaffi, kakao og pyslum við Statoilstøðina miðskeiðis í býnum og í Stóra Pakkhúsið verður eisini skipað fyri ymsum tiltøkum.Eisini fer Kirkjukórið Ljómur at syngja í býnum.
Tað er Kunningarstovan í Vági, ið samskipar tiltakið.