Opera men eingin olja

føroyski bókamarknaðurin um aldaskiftið

Martin Næs

Í sambandi við at Bókavarðafelagið herfyri fylti 20 ár, hevði eg átikið mær at siga nøkur orð um føroyska bókamarknaðin um seinasta aldaskiftið. Tað, sum eg segði bygdi í høvuðsheitum á eina ritgerð, eg gjørdi í 2005.
Nógvastaðni í føroyska bókaheiminum hava vit, sum so nógva aðrastaðni í okkara samfelag, at gera við eina sokallaða miniútgávu av tí stóra heimssamfelagnum. Í hesum føri eina miniútgávu av tí stóra bókasamfelagum. Men hóast hetta kann sigast at vera ein miniútgáva av teimum stóru, so hevur tann bókamarknaður, eg fari at umrøða næstan alla ta fyllu, sum hoyrir við til eina nýmótans, bókmentafrøðiliga viðgerð.
Ì hesum sambandi skal eg beinanvegin siga, at yvirskriftin, eg havi givið hesum hugleiðingum sipar til seinastu hendingina á bókamarknaðinum, har ein av góðu søgunum hjá Williami Heinesen verður latin í sum opera við stuðli úr oljuvinnuni.

Opera men eingin olja
- Ein pottur av tunnuni, segði Gunnar Hoydal í einum fyrilestri í 1999 (Land í sjónum, s. 153), skilt soleiðis, at ein pottur av hvørjari tunnu av olju í framtíðini skuldi fara til mentanina. Nú kann sigast, at tað spakuliga er farið at dryppa.

Bókmentakønir útlendingar og føroyski bókamarknaðurin
Tá ið tú hittir bókmentakønar ella bókmentaáhugaðar útlendingar á máli, og tey spyrja teg um føroyska bókaútgávu og fregnast eftir teimum umstøðum, sum bókin hevur hjá okkum, so hendir tað ferð eftir ferð, at tey øtast.
Tey undrast yvir, at hugtakið føroyskur bókamarknaður yvirhøvur er til. Orsøkirnar til hesa undran kunnu sjálvandi vera nógvar.
Ætlanin er at tosa eitt sindur um, hvussu hesin marknaðurin sær út í dag.
Hvussu hann fer at síggja út í framtíðini, tá ið hugtøk sum elektronisk talgilding av skrivaða mentanararvinum fara at gera meira og meira um seg, skal eg lata liggja í hesum umfarinum, stundir verða ikki til eina slíka hypotetiska viðgerð.

Skalt tú tosa um føroyska bókamarknaðin í dag, so mást tú hava okkurt at bera hann saman við. Her eru møguleikarnir ikki so nógvir. Tú kanst samanbera hann við eitt nú føroyska bókamarknaðin um næstseinasta aldarskftið, tvs. um ár 1900 ella tú kanst samanbera hann við bókamarknaðin í grannalondunum, ella í londum, sum eru á stødd við Føroyar osfr.

Vit hava onga vísindaliga heildarlýsing av føroyskum bókmentum, og tískil hava vit heldur onga lýsing av tí uppaftur yngra marknaðinum. Tað, sum eg tí havi roynt at viðgera , byggir á tilfar, eg útvegaði mær frá persónum, stovnum og fyritøkum, og harumframt byggir hetta eisini á upplivingar og eygleiðingar, eg sjálvur havi gjørt.

Við summar av lærdu háskúlunum í grannalondunum er bókmentafrøði, litteratursociologi, vorðin ein sjálvstøðug vísindagrein innan bókmentalesnaðin. Menn sum Robert Escarpit (1918-2000) í Fraklandi, sviarnir Lars Furuland (1928) og Johan Svedjedal (1956), Hans Hertel (1939) í Danmark og norðmaðurin Trond Andreassen (1951), bara fyri at nevna nakrar, hava gjørt stórarbeiði í teirra londum við at kanna og viðgera umstøðurnar hjá teirra bókmentum, tí teir mettu og meta, at umstøðurnar hjá bókmentunum og høvundunum hava ómetaliga nógv at siga fyri samlaða bókmentaliga úrslitið.

Alt tað, sum hesi fólkini hava skrivað um bókamarknaðin er skrivað aftaná seinna heimsbardaga. Skuldu vit tikið hetta fyri tað einasta sanna, so fær lesarin skjótt ta fatan, at eingin føroyskur bókamarknaður hevur verið til seinna partin av 20. øld. Við undantaki av 5 reglum um føroyska felagsskapin Fjølrit, í bókini Bok-Norge (2000) eftir Trond Andreassen, so verður okkara bókamarknaður so gott sum ikki umrøddur uttan fyri landoddarnar. Orsøkin til hetta er sjálvandi ikki bara tí, at útlendsku bókmentafrøðingarnir ikki eru nóg væl dagførdir, men eisini vantandi professionalisering á okkara egna bókamarknaði. Okkum vantar almenn tøl og aðrar upplýsingar um t.d. framleiðslu, útgávu og sølu, tøl, sum kunnu vera við at geva eina heildarmynd av støðuni. Okkum vantar eisini sáttmálar á fleiri økjum millum upphavsrættarfólk og forløg/formidlarar. Hevði hetta tilfarið verið tøkt, hevði tað lætt munandi um, at fingið eina heildarlýsing av støðuni. Men hóast hesi viðurskifti, so hava vit ein føroyskan bókamarknað. Og so kunnu vit kjakast í allar ævir, um vit hava ein góðan ella ein vánaligan bókamarknað. Tað er ein annar spurningur.

- Onkursvegna haldi eg, at okkum vantar ein felags front, har tey sum manna marknaðin standa meira saman.

Øll skaldaverk eru meira enn bara ein einføld, lítil hending, sum fer fram, tá ið ein høvundur skrivar ein tekst, sum fyrr ella seinni kemur fyri eygu lesarans. Nú á døgum kanst tú siga um ta bókmentaliga tilgongdina, og tað er líkamikið um tú býrt í Føroyum ella í Fraklandi, í Grønlandi ella í Týsklandi, at hetta er ein handilslig tilgongd, sum setur fíggjarlig krøv í fleiri liðum. Í næstan øllum førum eru tað í dag hesi bæði tingini, sum seta dagsskránna á bókamarknaðinum: tað handilsliga og tað fíggjarliga. Hvat so við tí mentanarliga? kann verða spurt, hevur tað ikki størsta týdningin? Kaldi veruleikin er tann, at er tað handilsliga og tað fíggjarliga ikki komið upp á pláss, so kanst tú bíða leingi eftir tí mentanarliga.

Hóast føroyski bókamarknaðurin í sær sjálvum ikki er væl lýstur á hesum øki, so kanst tú við at .lesa hesar útlendsku bókmentafrøðingarnar, eisini lesa ymiskt um okkara egnu viðurskifti. Fyri okkum kann eisini tað, sum teir lítið og einki skriva um – hava stóran týdning.

Sum lesari verður tú skjótt varugur við, at ikki bara í Føroyum, men víða hvar í heiminum eru tað heilt fitt av fólki , sum byggir teirra fíggjarligu tilveru upp um tað, at bókin livir, og at bókin í heimssamfelagnum í dag livir eitt góða lív. Bókin verður enn givin út, men lutfalsliga fá av øllum teimum fólkum í verðini, sum, á ein ella annan hátt, liva av at fáa bókina út til lesaran, eru rithøvundar ella upphavsfólk. – So kunnu vit spyrja, hvussu hava hesi tað?
Í okkara samfelag hava hesi fólkini tað ikki gott, og tað hava tey ongantíð havt. Við hesum havi eg ikki sagt, at tey ikki hava tað betur í dag enn t.d. tá ið M.A.Jacobsensheiðurslønirnar vóru latnar á fyrsta sinni í 1958 – tá, ljóðandi upp á 500 ella 1000,- kr. haldi eg.

Seta vit ljóskastaran á okkara egna samfelag, síggja vit skjótt, at tað er heilt vanligt, at tann sum letur rávøruna, rithøvundin, livir av onkrum heilt øðrum enn tí at skriva bøkur, meðan tað at bøkur verða skrivaðar útvegar nógvum øðrum menniskjum daglønir. Oddvør Johansen segði herfyri í einari samrøðu: “eg kann ikki loyva mær at læsa meg inni og skriva. Eg arbeiði alla tíðina; eg spæli orgul og undirvísi eisini. Men eg haldi, at alt tað sum eg geri, og sum er við til at gera, at eg ikki kann skriva alla tíðina, ger meg ríkari. Ein ummælari vildi kanska sagt, at hatta kundi eg gjørt betri, men tað kann eg ikki, tá ið viðurskiftini eru, sum tey eru.” (Vísir. Jólini 2004, s.9-10). –

So kann man siga, at hetta er einki nýtt, soleiðis hevur tað altíð verið, og tú kanst rokna við, at hetta eru stórt sæð treytirnar, tá ið tú hevur valt at búleikast í einum samfelag sum hesum. Tú kanst t.d. hyggja at, hvussu tað í veruleikanum kann gangast í øðrum yrkjum í okkara samfelag, uttan tó at taka hetta sum eitt gott dømi. Tak ein føroyskan bónda. Hvussu nógvar føroyskar bøndur t.d. kennir tú ikki, sum framvegis í dag, mugu klára at fíggja árliga húsarhaldið, við at arbeiða upp á veg fyri kommununa, nær sagt ‘tá ið fjøllini eru gingin’, tí teir klára ikki at liva sum bøndur?


Støðan á føroyska bókamarknaðinum um aldarskiftið :

Sum dømi um nøkur fyribrigdi, sum eru við at mynda ein bókamarknað, kundi eg nevnt:

rithøvundar og týðarar
ritstjórar og bókaprýðarar
forløg, bókaútgevarar, bókaklubbar
stuðulsgrunnar
prentarar
lesarar
bókahandlar, bókaútsølur
bókasøvn og bókasavnslóg
skúlar, miðnámsskúlar og hægri útbúgvingar
fjølmiðlar, tíðindafundir, móttøkur, bókamessur
heimasíður
bókacaféir
tíðarrit, ummæli, umrøður
heiðurslønir og viðurkenningar
lýsingar


Hesi hugtøk gera seg galdandi uttan mun til, hvønn bókamarknað, vit tosa um. Hetta eru nakrar grundvallartreytir, tú mást ganga undir, skalt tú hava ein bókamarknað, sum skal ja, um ikki ganga væl, so bera seg.

Hvat siga tølini?
Sambært einari lítlari kanning eg gjørdi fyri tveimum árum síðan høvdu tveir føroyskir bókahandlar í 2004 ein ársumsetning upp á uml. 16 milliónir kr., og 8 av teimum størstu útgevarunum høvdu tilsamans ein ársumsetning upp á uml. 13,5 mill. kr.
Við tí vaksandi nøgdini av innfluttum pappíri til bókaprent, samstundis sum færri og færri bøkur verða prentaðar uttanlands, kunnu vit staðfesta, at føroyski bókamarknaðurin í veruleikanum ger sítt til at halda samfelagshjólini gangandi. Tí tølini vísa, at vaksandi bókaútgávan tey síðstu 25 árini t.d. hevur skapað arbeiðspláss fleiri staðni í samfelagnum.

Við slíkum tølum í hondini átti tað ikki at verið so torført, at víst okkara játtandi myndugleikum á, hvussu vit eitt nú kunnu gera, skulu vit fáa okkum ein almennan bókmentapolitikk:



Vísast kann á, at fagurbókmentaligar útgávur tey seinastu árini ikki eru vaksnar í sama mun sum aðrar útgávur,
at fleiri av útgevarunum framvegis seta seg í stóra persónliga skuld,
at tað frá almennari føroyskari síðu verður so gott sum einki gjørt til tess at fáa góðar føroyskar bókmentir út á útlendska bókamarknaðin,
at føroysk bókaframleiðsla í dag er eitt gott íkast til handils- og vinnulívið,
og at við tí skattatrýsti vit hava í Føroyum í dag, koma nógvir av pengunum sum stava frá bókamarknaðinum, aftur í landskassan, og tí kundi stuðulin til føroyskar bókmentir verið nógv størri.

Støðan á bókamarknaðinum beint nú
Nøkur dømi:

Fyri stuttum er H.N.Jacobsens bókahandil uppsjeinaður, Bókasølan í SMS hevur eisini fingið ein umgang. Báðir bókahandlarnir eru seinastu árini eisini farnir út á netið við vørunum.

Í mai í ár hátíðarhelt Føroyaprent samanleggingina við Dimmalætting-bókaprent, har øll tey vitjandi fingu tvey endurprentað yrkingasøvn og eina spildurnýggja plakat í hondina, um tey løgdu í.

Nú um dagarnar hátíðarhelt Bókadeild Føroya Lærarafelags 50 ára føðingardag sín ikki bara við kransakøku og hvítvíni, men sanniliga eisini við bókaútgávu um forlagið, bókaframsýning av øllum teimum yvir 1000 útgávunum, tey hava staðið fyri, og almennum tiltøkum í fleiri dagar við m.a. útlendskum og føroyskum høvundum.

Bókamiðsølan, sum leingi hevur verið krumtappurin á føroyska bókamarknaðinum, er í ár umskipað og flutt í nýggj, stór og nógv betri høli.

Nýggj bókmentalig tíðarrit eru komin út, eitt í fjør og eitt annað í ár.

Bókasøvnini hava fingið nýggjar bókasavnstelduskipanir.

Skúlabókagrunnurin er nú á veg út á Google.

Og føroysk forlagsfólk eru farin at ferðast á bókamessur í Frankfurt, Bologna, Keypmannahavn og aðrastaðni.

Alt hetta var neyvan gjørt, var støðan á økinum ikki hampuliga góð. Men tað er mangt sum týðir upp á, at støðan aðrastaðni á okkara bókamarknaði framvegis er grundað á idealismu í alt ov stóran mun. Eg hugsi í hesum sambandi fyrst og fremst um tey, sum skriva og týða. Men eisini tey, sum prýða og sum leggja bøkurnar til rættis og sum geva tær út. Teirra arbeiðskor líkjast í mongum førum ikki teimum, starvsfelagarnir í grannalondunum arbeiða undir. Eg haldi, á hesum øki hevur tað almenna Føroyar nógv eftir at læra. Her haltar heilt alvorliga við hugburðinum hjá almenna myndugleikanum, tí t.d.:

Vit hava ein Mentanargrunn, sum fíggjarliga skríður í skræðuni.

Vit hava eina bókasavnslóg, sum vit ikki klára at halda, tí myndugleikin vil ikki gjalda.

Vit hava fingið ein Tjóðpall, sum hvørki hevur tjóð ella pall.

Tá ið vit í 1996 skrivaðu landsstýrismanninum eitt mentanarálit – Avmarkaður marknaður – varð skotið upp at samlaða játtanini til Mentanargrunnin varð hækkað úr 1.8 mill. upp í 15 mill. kr. eftir trimum árum, tá mundu vit verið etin. Játtanin er í dag, 10 ár seinni, komin upp á 4.5 mill. kr. So her er ómetaliga langt eftir á mál.

Tá ið vit fyri fimm árum síðan fingu eina nýggja bókasavnslóg, varð sagt, at skuldi hon haldast mátti játtanin hækka einar 6 – 7 millónir tey næstu árini. Henda játtanin stendur í stað. Her er eisini ómetaliga langt eftir á mál.

Hevði tann almenni myndugleikin syrgt fyri, at løgtingslógir og fíggjarløgtingslógin fylgdust, hevði kanska ikki verið neyðugt við einum Pisaáliti.

Vit hava ongan mentanarpolitikk, sum er verdur at reypa av, men landið er fult av mentanarligum slítarum, sum vit øll kunnu vera erpin av. Tað er støðan.


Nærlesur tú umhvørvið, so kanst tú altíð finna staklutir, tú kanst finnast at, og seta fram ynski um bata. Tú kanst vera samdur og ósamdur um hendingar og útgávur, um heiðurslønir og stuðulsskipanir. Men øll henda umrøða er við at skapa marknaðin. Tí soleiðis er arbeiðslagið í dag. Tað, at Carl Jóhan Jensen trínur fram og sjálvur sigur, at hansara bók er tann besta føroyska skaldsøgan í 40 ár, tað skapar umrøðu og er við at seta ‘futt’ í bókamarknaðin. Tað, at Jústines Ejdesgaard trínur fram og sigur at Mentanargrunnurin skal takast av, tí at hann ikki fær stuðul úr honum, gevur eisini umrøðu. Viðhvørt er tað næstan eitt feitt, um vøran nyttar nakað ella ikki. Tað eru altíð nøkur, sum eru forvitin og sum vilja kanna málini sjálv. Í hesum førinum annaðhørt við at keypa bøkurnar, ella við at læna tær. Umrøða er alfa og omega, tá ið tað snýr seg um ein marknað av hesum slagi.

Staðfesting og spurningur.
Til síðst fari eg at varpa eina staðfesting og ein spurning fram:

Òmetaliga nógv er broytt á føroyska bókamarknaðinum, síðan Sverre Patursson av sínum eintingum lat gera ein bókalista í 1905, sum hann kallaði Færøyskt bokatal. Eller ei lista yver alle bøker paa færøyskt maal og nokre framande um Færøyarne (Oslo, 1905).

Í dag verður nógv tosað um elektroniskar miðlar, útvarp, sjónvarp og teldur, og sagt verður viðhvørt, at bókin hevur ongan kjans í hesum selskapinum. Samstundis hava ongantíð so nógv fólk á allari jørðini verið før fyri at lesa og skriva.

Vit kunnu í 2006 bara staðfesta, at hóast alt tosið hesi seinnu árini um bókadeyða øðrumegin og framkomna teldutøkni hinumegin, so eru ongantíð prentaðar fleiri bøkur og dagbløð enn júst nú á døgum.


Positivt má tað eisini sigast at vera fyri føroyska bókamarknaðin, at tveir ungir listamenn sum Sunleif Rasmussen og Dánial Hoydal við íblástri frá gamla meistaranum, Williami Heinesen, og dyggum stuðli frá Atlantic petroleum, seta sær fyri at blása nýtt lív í eina 50 ára gamla søgu, sum higartil hevur verið týdd til fleiri tungumál eitt nú hebraiskt.

Við bara einari bók um SEV, men fimm bókum um torv í ársins bókafagnaði, haldi eg, hóast alt ikki, at bókafólk skulu óttast, eg haldi at vit kunnu bara gleðast og síggja ljóst uppá framtíðina.

- At vit so bara fingu opera og onga olju á hesum sinni – ger kanska minni.

Prátið um bókamarknaðin er framvegis sprelllivandi og alneyðugt.