Opið bræv til øll foreldur í Føroyum

Ein partur av føroysku fólkaskúlalærarum eru farnir í arbeiðssteðg. Á fleiri skúlum valdar ruðuleiki

Nú er skjótt eitt ár fráliðið, síðan vit ávaraðu myndugleikarnar um, at játtaðu teir ikki pening til at fremja nýggju fólkaskúlalógina í verki, so fóru vit í arbeiðssteðg.

31. sept. í fjør gjørdu vit eina semju fyri at geva myndugleikunum enn ein møguleika at umhugsa seg.

Vit krevja ikki, at fólkaskúlalærararnir skulu hava meira í løn enn hini á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum fingu 6,5% í lønarhækking fyri tvey ár.

Men, tað vit krevja er, at politikararnir halda nýggju fólkaskúlalógina. Vit krevja, at teir skulu geva lærarunum ein møguleika at fremja hana í verki. Hendan lóg hevur álagt lærarunum hópin meira arbeiði. Arbeiði, ið als ikki kann fremjast innan verandi karmar.

Tað eru børnini vit stríðast fyri. Vit stríðast fyri at lógin, sum eftir ætlan skal geva okkara børnum og ungu eina nýmótans útbúgving, skal virka, og gerst tað bert, um tíð verður sett av til nýggju uppgávurnar.

Foreldur og lærarar mugu saman fáa politikararnar at skilja, at tað ikki ber til at fáa hesa lógina at virka, um tíð og peningur ikki fylgir við.

Tá fólkaskúlalógin var framløgd fyri tingið, vístu bæði Føroya Lærarafelag og fleiri skúlanevndir, m.a. tann í Havn, á, at lógin fór at verða dýr at fremja í verki, men tað var sum at sletta vatn á gás.

Føroya Lærarafelag heitir tí á øll foerldur um at stuðla lærarunum í at geva børnunum ein dygdar skúla, sum ikki smæðist burtur millum teir í okkara grannalondum.


Føroya Lærarafelag

Elsa Birgitta P. Petersen