Eik Banki boðar í tíðindaskrivi frá, at Kollafjørð Pelagic nú letur upp av nýggjum. Næraberg skal ætlandi landa til virkið. Eftir at hava ligið óvirkið í umleið tvey ár verður nú aftur virksemi á virkinum Kollafjørð Pelagic, ið framleiðir uppisjóvarfisk til matnað.
- Vit fara undir verkætlanina við góðum treysti, og vit gleða okkum at fáa lív í hetta virkið, sum hevur so góðar møguleikar, um rætt verður atborið, sigur Aad de Jong, stjóri í niðurlendska fiskivinnufelagnum Parlevliet & Van der Plas, við heimasíðuna hjá Eik.
Felagið keypti seg fyri stuttum inn í P/F Næraberg, og tað eru eisini hesir báðir partarnir, ið standa aftan fyri verkætlanina.
Ætlanin er, at Kollafjørð Pelagic skal lata upp aftur umleið hálvan desember. Stívliga 20 fólk fara at arbeiða á virkinum, sum tekur ímóti øllum uppisjóvarfiski, ið verður virkaður til matnað.