Orðklúgvarí um stjórnarskipan

Fólkafloksfundur var í Miðlahúsinum týskvøldið, har lagt varð upp til kjak um føroyska grundlóg ella stjórnarskipan. Løgtingsmaður segði seg hava vón um politiska semju um grundlógararbeiðið, nú uppskot er lagt fyri Løgtingið um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd

Eitt panel varð mannað við millum annað fólki, sum á onkran hátt eru ella vóru knýtt at grundlógararbeiðinum.
Poul Michelsen, løgtingsmaður hjá Fólkaflokkinum, helt, at tað var umráðandi at fáa eina politiska semju um uppskotið til løgtingslóg um grundlógarnevndararbeiðið. Hetta uppskotið liggur í Løgtinginum í løtuni.
 
Orðklúgvarí
Tað er greitt, at spurningurin um orð hevur verið týðandi í hesum málinum. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum vegna Føroya Landsstýri hevur lagt fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd, hevur lagt eitt uppskot fram, sum broytir ymsar orðingar. ?Grundlógarnevnd? skal broytast til ?Stjórnarskipanarnevnd? og ?grundlóg? skal broytast til ?stjórnarskipan,? umframt aðrar broytingar.
Poul Michelsen heldur, at stríðið um orð kann forkoma einari møguligari politiskari semju um uppskotið.
 - Ósemjan er bert orðklúgvarí. Mann má lyfta seg upp um hetta orðklúgvaríið og fáa eina semju í lag. Tað er tað, sum vit royna í løtuni, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður hjá Fólkaflokkinum.
Poul Michelsen sigur, at fyrr í vikuni sá ikki so bjart út, men at hann nú hevur betri vónir um at fáa eina semju um grundlógararbeiðið ella stjórnarskipanararbeiðið, sum skal halda áfram.
 - Tað snýr seg um at fáa eina semju um tað arbeiðið, sum er gjørt higartil og halda áfram við tí arbeiðinum, soleiðis at arbeiðið kann gerast liðugt innan ein ávísan tíðarkarm, sigur Poul Michelsen.
 
Grundlóg og fullveldissamgonga
Um broytingaruppskotið ikki verður samtykt á Føroya Løgtingi, so er tann gamla lógin um grundlógararbeiðið framvegis í gildi. Í broytingaruppskotinum stendur, at landsstýri heldur ikki, at nevndin á ?nakran hátt skal vera bundin av sama leisti, sum grundlógarnevndin hevði.? Tann leisturin er sum kunnugt fullveldisleisturin, sum táverandi samgonga hevði. Men í viðmerking í uppskotinum stendur eisini, at tað er nátúrligt, at nevndin nýtir arbeiðið hjá grundlógarnevndini sum grundarlag.
Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur og limur í grundlógarnevndini fram til 2002, segði á panelfundinum, at arbeiðið var rættiliga tengt at tí samgongu og tí ætlan, sum samgongan hevði aftaná 1998. Men, segði Jóannes Hansen, tað tóktist sum formansskapurin í nevndini rættiliga tíðliga royndi at leggja upp til eina tjóðskaparliga semju millum politisku flokkarnar. Tað er henda semjan, sum Poul Michelsen millum aðrar roynir at fáa í lag á Føroya Løgtingi, sum fríggjadagin skal viðgera uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd.
 
Hví er álitið komið?
Kári á Rógvu, næstformaður í grundlógarnevndini, segði á panelfundinum, at roynt varð at finna ta tjóðskaparligu semjuna, men samstundis eisini at betra um stýrisskipanarlógina, sum er samtykt á Føroya Løgtingi.
Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni, segði hinvegin, at meginparturin av okkara makt kemur frá heimastýrislógini, og hon segði seg ikki skilja, hví grundlógarálitið er komið. Við hesum vísti hon á álitið, sum varð lagt fram á flaggdegnum í fjør.
 - Eg rokni ikki við, og vóni ikki, at hetta uppskotið verður samtykt, segði Súsanna Danielsen, vísandi til uppskotið, sum liggur í Løgtinginum, og sum skal til viðgerðar fríggjadagin.
 
--
 
Myndatekstur: Eini 50 fólk vóru møtt á kjakfundinum í Miðlahúsinum, har evnið var grundlógin. Tað var Havnar Framburðsfelag við formanni Heðini D. Poulsen, sum skipaði fyri. Í panelinum sótu Kári á Rógvu, næstformaður í grundlógarnevndini, Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni, Jóannes Hansen, fyrrverandi limur í grundlógarnevndini, og Poul Michelsen, tingmaður og limur í grundlógarnevndini. Halgir Winther Poulsen var orðstýrari