Í dag eru liðin fimm ár, síðan Turið í Kongabø og mamma hennara, Mildrið Eivindsdóttir Ludvig, keyptu blómuhandilin Orkis, sum hevur húsast á Glyvrum í mong ár.
Fimm ár er ikki eitt langt áramál, men júst í dag flytir handilin eisini nærri miðbýnum í Runavík. Klokkan 16 letur Orkis nevniliga upp í nýggjum hølum á Heiðavegi 49 í Saltangará.
Tað er her, at gamla betongvirkið í Saltangará var. Bygningurin er settur í stand, og nú handilin letur upp í dag, verður alt virksemið hjá Orkis í nýggjum hølum.
Turið í Kongsbø, sum er dagligur leiðari í Orkis, sigur, at nýggi handilin fer at tykjast størri enn handilin á Glyvrum var. Her verður hægri til loft, og alt verður savnað á einari hædd.
- Parkeringsviðurskiftini í Saltangará verða eisini munandi betur, enn tey vóru á Glyvrum, og vit verða nú nærri miðbýnum í Runavík, leggur hon aftrat.
Turið í Kongsbø er útbúgvin blómubindari, og tað eru eini 10 ár síðan, at áhugi hennara fyri plantum og blómum dró hana í vakstrarhúsið í Sandavági at arbeiða.
##med2##
Útbúgvingina sum blómubindari tók hon hjá Árstíðunum í Havn.
- Saman við mínum starvsfólki taki eg mær av tí dagliga í handlinum, og eg taki mær eisini av innkeypi. Mamma, sum er uppvaksin við handli í familjuni, hevur í fyrsta lagi bókhaldið, sigur Turið í Kongsbø.
Hon leggur aftrat, at opið verður í dag frá klokkan 16 til 20, og í samband við, at tey fara í nýggj høli og hava fimm ára dag, fara tey eisini at hava góð tilboð.
- Umframt góð tilboð, fáa tey, sum koma á gátt í dag, eisini kaffi og køkur, sigur Turið í Kongsbø í blómuhadlinum Orkis.
##med3##
##med4##