Í gjár var tann 81. árliga Oscar virðislønarhandanin, har tey bestu innan filmsheimin blivu kosin. Stóri vinnarin av Oscar virðislønarhandaninum hesaferð mugu sigast at verða filmarnir Slumdog Millionaire og The Curious Case of Benjamin Button, ið vunnu ávikavist fimm og tríggjar Oscarvirðislønir, og vóru tilnevndir til fleiri aðrar.
Slumdog Millionaire snýr seg um ein ungan mann frá slumkvarteunum í Mumbai, ið sleppur at luttaka tí Indisku útgávuni av ?Who wants to be a millionaire?. Hann klárar seg stak væl, og kemur í onkrar trupulleikar av hesum óvæntaða sigrinum.
The Curious Case of Benjamin Button er ein filmur, ið snýr seg um ein mann, ið er føddur gamal.
Benjamin Button gerst kropsliga yngri hvønn dag, meðan heili hansara gerst eldri.
Brad Pitt hevur høvuðsleiklutin í hesum filmi, og var hann eisini tilnevndur til besta mannliga høvuðsleiklut.
Enn einaferð hevur Heath Ledger, sáli, vunnið sær eina virðisløn, og hesaferð var talan um ein Oscar fyri sín leiklut í The Dark Knight. Heath Ledger doyði av yvirdosis í farna árið, og mangar heiðurslønir eru sendar til hansara avvarðandi síðan tá, og aftur hesaferð var tað einkjan hjá Heath, ið tók ímóti heiðurslønini.