Ósemja førir til at stjóri fer úr starvi

Ósemja førir nú til, at tekniski stjórin í Tórshavnar Býráði fer frá í dag

Ein av fremstu starvsfólkunum í umsitingini í Tórshavnar býráði fer nú frá.

Tað boðar Tórshavnar Býráð frá í dag.

Talan er um tekniska stjóran, Jákup Egholm Hansen, sum leggur frá sær í dag. 

 

Hann hevur verið tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu í átta ár og hann tekur nú við øðrum avbjóðingum í Tryggingarfelagnum Føroyum, sum tikið verður til.

 

Longu tá Jákup Egholm Hansen byrjaði í starvinum hjá kommununi, hevði hann tilknýti til Tryggingarfelagið sum limur í umboðsráðnum, har hann eisini var formaður í fleiri ár.

 

Men tryggingarfelagið er nógv vaksið seinastu árini, serliga tá ið Tryggingin keypti  Eik Banka.

 

Men í farna mánað varð Jákup Egholm Hansen valdur í nevndina hjá Eik Banka. Tá tóku kommunan og Jákup E. Hansen spurningin upp, um hetta kundi verða til bága fyri, at hann kundi røkja sínar skyldur, sum tekniskur stjóri fyri Tórshavnar kommunu.

 

Men kommunan og Jákup Egholm Hansen vórðu ikki samd um, antin nevndararbeiðið í Eik forðar fyri, at hann kann røkja starv sítt sum tekniskur stjóri á fullgóðan hátt, eftir tænastumannalógini, sigur býráðið.

 

Og eftir at hava umrøtt málið eina tíð, eru partarnir samdir um at enda samstarvið, sum Tórshavnar Býráð kallar tað.

 

Tórshavnar Býráð, haðani myndin eisini er, sigur, at Jákup Egholm Hansen fær løn í sjey mánaðir, umframt tað, hann eigur til góðar í feriu og annað.

 

Men hesa tíðina skal hann vera til taks hjá kommununi í samband við mál, hann hevur kunnleika til, eitt nú ymsar byggiverkætlanir.