Longu fyrsta dagin, Løgtingið viðger ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, er komið undan kavi, at samgongan er ósamd um ferðavinnulógina.
Í ískoytinum til ólavsøkurøðuna verður boðað frá, at lógin um burðardygga ferðavinnu eigur at verða endurskoðað. Samstundis verður nevnt, at burðardygdargjaldið skal takast av, og at bøndur skulu fáa møguleika at taka gjald frá ferðafólki.
Tá Løgtingið umrøddi røðuna í morgun, segði Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, at flokkurin ynskir at broyta lógina. Sambært Fólkaflokkinum hevur lógin tikið ognarrætt frá bóndunum, og tí eiga tað aftur at vera jarðareigararnir, sum einsamallir gera av, hvør hevur atgongd til jørðina.
Men Sambandsflokkurin tekur frástøðu frá ætlanini.
Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at hann kennir einki til nakra samgonguavtalu um at broyta ferðavinnulógina.
– Hetta er ikki avtalað í samgonguskjalinum, og so vítt eg veit, hevur málið hvørki verið fyri landsstýrið ella verið viðgjørt í samgonguni, sigur hann.
Hann vísir á, at ferðavinnulógin varð samtykt undir undanfarna landsstýrinum í semju millum samgonguna og Sambandsflokkin.
– Vit fara ikki at taka undir við at spola hesi tingini aftur, staðfestir Helgi Abrahamsen.
Ferðavinnulógin hevur í fleiri ár verið eitt stríðsmál í føroyskum politikki, serliga spurningurin um rættin hjá fólki at ferðast í haganum. Lógin, sum varð samtykt í farna valskeiði, tryggjar almenninginum atgongd til náttúruna undir ávísum treytum.










