Poul Laust Christiansen verður virkandi borgarstjóri í Hvalbiar kommunu komandi vikurnar.
Tað upplýsir Hvalbiar kommuna á heimasíðu síni.
Orsøkin er, at borgarstjórin er í feriu næstu fimm vikurnar, og tí tekur Poul Laust Christiansen við sum virkandi borgarstjóri, til borgarstjórin er aftur í starvi.










