Tað er javnan, at bilar standa eftir á Gomlurætt og í Skopun um vikuskiftið, tá rættiliga langt er millum túrarnar hjá Teistanum. Soleiðis var eisini, tá Teistin fór av Gomlurætt klokkan 10.15 í morgun.
- Eitt er, at onkur bilur stendur eftir av og á, tá nógv fólk ferðast, men hetta er vorðið eitt afturvendandi trupulleiki um vikuskiftið. Orsøkin er einføld: Teistin siglir alt ov fáar túrar leygardag og sunnudag.
Tað siga ørg ferðafólk, sum stóðu í køini at fara av Gomlurætt til Skopunar í morgun, og tað, sum argar mest, er, at næsti túrur er ikki aftur fyrr enn klokkan 15.45.
- Vit halda, at hetta er alt, alt ov vánaligt. Eiga vit í Sandoynni ikki trý politisk umboð á tingi, sum bara lata standa til? Hetta er alt annað enn nóg gott í 2015, siga tey.
Lagt verður aftrat, at tá tað eru fólk, sum búgva í Sandoynni, er ikki tann stóri vandin fyri, at tey ikki leita sær aftur á Gomlurætt til næsta túr.
- Men, vit ivast onga løtu í, at hetta heldur nógvum summargestum aftur í at vitja í Sandoynni, tí eingin tímir - ella hevur tíð til - slíkt humbuk og tvætl, siga ørgu ferðafólkini.