Seinnapartin var ein dystur leiktur í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Í Sarpugerði í Norðragøtu vann Víkingur stórsigur 4-0 á Skála ÍF.
Jensa Tórálvsdóttir (myndin) skoraði reint hattrick.
KÍ er fremst við 40 stigum, meðan HB hevur 38 stig. Víkingur hevur 27 stig og Skála ÍF er aftast við 11 stigum.
Víkingur-Skála ÍF 4-0 (2-0)
1-0 Fríða Magnussen (31.)
2-0 Jensa Tórálvsdóttir (35.)
3-0 Jensa Tórálvsdóttir (68.)
4-0 Jensa Tórálvsdóttir, br. (77.)
Kelda: dystir.fo











