Ikki fyrr enn túrin hjá Rituni á miðnátt kom av álvara ferð á riðilin av ungum, sum komu til Nólsoyar á Ovastevnu Hóast veðrið framvegis á miðnátt var av tí allarbesta, so hava Ovastevnugestirnir verið ógvuliga trekir at søkja út í oynna.
Hóast tað túrin klokkan 10.30 byrjaði at síggja lovandi út við hampiliga nógvum ferðafólkum, kanska út móti hundrað, so var hetta talið skorið niður í helvt klokkan 11.30.
Tá Portalurin tosaði við Nicolaj Falck, ein av fyriskiparunum, eftir henda túrin, var hann framvegis við gott mót.
- Tey byrja ikki at koma fyrr enn tveir teir seinastu túrarnar, vildi hann verða við.
Og tað er nakað, ið bendir á, at hann fær rætt. Í hvussu er var Ritan full, miðnáttartúrin, og ferjan skal sigla ein túr aftrat. Stendur fólk tá eftir á keiini í Havn, plagar Ritan at sigla, til øll eru komin um fjørðin. Sama er galdandi inn til Havnar aftur.
Hartil kemur so eisini, at skjóttgangandi báturin úr Suðri hevur gjørt fleiri túrar um fjørðin við fólki. So kanska fer kvøldið at hylnast við fólki kortini.