Ovfarin av móttøku í Berlin

- Eg visti ikki, hvussu fólk fóru at reagera upp á filmin í útlandinum, sigur Sakaris Stóra, sum er á filmsstevnu í Berlin


- Eg visti ikki, hvussu fólk fóru at reagera upp á filmin í útlandinum, men tað er stuttligt at uppliva, hvussu góð móttøkan hevur verið.

Tað sigur Sakaris Stórá, sum er við á stóru filmsstevnuni Berlinale.

Stuttfilmurin Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá hevur verið vístur á filmsstevnuni og er í uppskoti til tríggjar heiðurslønir.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Sakaris Stórá.