Á almennu heimasíðuni hjá Manchester United verður í kvøld staðfest, at felagið hevur skrivað sáttmála við Michael Owen, sum bindir hann at enska meistaraliðnum komandi tvey árini.
- Eg var júst byrjaður at tosa við onnur feløg, tá Sir Alex Ferguson ringdi til mín mikukvøldið. Hann ynskti at eta morgunmat við mær hósmorgunin, og tá greiddi hann mær frá, at hann var áhugaður at fáa meg í leikarahópin. Eg ivaðist ongantíð, sigur Michael Owen millum annað við heimasíðuna hjá Manchester United.
Michael Owen hevur áður umboðað Liverpool, Real Madrid og Newcastle.