Eiri rann seg fyri løtu síðan til gull heiðursmerki á 100 metrum við tíðini 10.58. Hetta er besta tíð hansara og eisini føroyskt met. Í semifinaluni fyrr í dag rann Eiri 10.97, sum eisini var føroyskt met.
Jónas Isaksen átti gamla metið á 11.08 sek, sum hann setti í apríl. Hetta vil siga, at Eiri Jógvansson Glerfoss er fyrsti føroyingur, ið rennur 100 metrar undir 11 sekund. Málið hjá Eira til oyggjaleikirnar var at renna 100 metrar undir 11 sekund. Hansara besta tíð áðrenn oyggjaleikirnar var 11.39 sekund.
Eiri luttekur eisini í longdarlop. Hansara besta lop er 7,30 metrar, sum hann leyp til innandura DM fyrr í ár. Eiri hevur næsta besta lopið av íðkarunum, sum luttaka á oyggjaleikunum. So vónirnar um enn eitt heiðursmerki eru góðar. Til oyggjaleikirnar vónar Eiri at leypa 7,40 metrar, ið er kravið til U20 europeameistarskapið. Eiri var við til U18 europeameistarskapið í Jerusalem í 2022.
##med2##