Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, Skopun
Nær verður Sandoy ella Sandoyarsýsla nokk forfylgd av tildømis Landsverk.
Hoyrdi í Kringvarpinum í kvøld at Landsverk hevði eina ætlan í sjúrtuermuni, har Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin skulu tengjast saman, síðan skal Eysturoyartunnilin gerast og hareftir sandoyartunnilin sum liðugt projekt í 2017. Hetta er tilráðing frá PLS Rambøll sambart Landsverk.
Ber tað til, at Landsverkstjórin og undirstjórar hansara liggja við sjuldari dagsskrá fyri at einki skal henda í Sandoy? Í míni verð er tað markleysur frekleiki.
Jú. Hetta eru viðurskifti, sum fjølmiðlar hava fingið fram úr tí skumla arkivinum, harmuligt og skomm fyri stovnarnar.
Nei Sandoy kann ikki bíða til ein Eysturoyartunnil er liðugur, hesi prosjektini hava einki við hvørt annað at gera.
Flest allir tingmenn góvu Eysturoyartunnlinum góða viðger, og har var eg sjálvur ein av teimum.
Men hetta trekkið hjá Landsverki er bara at seta tingmenn ímóti hvørjum øðrum.
Eg havi fleiri dømi, har Landsverk provokerar, til dømis í Dali at leggja eina tunnilsføring uttan mál og mið fyri at provokera í staðin fyri stytstu leið, sum kostar einar 50 mió minni.
Ella Skúvoy, peningur er játtaður at byrja prosjekt, men einki hendir.
Hetta kann eg vísa á sum grovan ágang fyri eitt veikt øki sum Sandoyar sýslu.
Nei latið okkum frá samgonguflokkunum svara positivt innan 11. august og síðani beinanveg í tingið, og mín og vón Sandoyar, at hetta verður samtykt.
Tunnilin til Sandoy er lív ella deyð fyri oynna!
Sjálvur haldi eg, at vit eru so nógv provokerað av Landsverki, at eg hevði einki havt ímóti, at Oyvindur Brimnes fekk 5 minuttir og har við sekkin, sum tikið verður til.
Men Sosialurin skrivar eisini, at Landsverk heldur at hesir báðir tunnlar kunna teingjast saman og byrja samstundis!
Hetta ivist eg stórliga í, men meiningin er bara ein og einki annað enn at forða prosjektinum til Sandoynna og seta fólk upp ímóti hvørjum øðrum og har við ósemja millum tingfólk, úrslitið verður hareftir.