Pál Joensen setti í dag sítt triðja norðurlendska met uppá góða viku, og hevur sementerað sítt navn sum norðurlendski kongurin á 1500 teininum, við fyrst at svimja og vinna gull í Moskva, fyri síðani at svimja 14:32.59 og vinna silvur í Stockholm, og so aftur svimja 14:32.15 og vinna silvur í Berlin. Einasti sum Pál hevur tapt ímóti, á hesum trimum World Cup stevnum, er sjálvur forsvarandi evropameistarin frá Rijeka 2008, Federico Colbertaldo úr Italia, sum í Stockholm rykti frá Pál við umleið 1000 metra markinum, fyri síðani nú í Berlin at skula kempa líka til 1350 metra markið, áðrenn hann slapp frá føroyinginum.