Pál Joensen velur danska landsliðið

– Skal eg røkka mínum málum, eru umstøðurnar fyri víðari menning ikki til staðar í Føroyum. Tí eri eg noyddur at taka av tilboðnum um at svimja fyri Danmark, sigur 18 ára gamli svimjarin úr Vági, sum vil fylgja dreyminum um OL-gull í London í 2012

SVIMJING

Hilmar Jan Hansen

fyrsti@apríl.fo

 

Nú danska svimjisambandið hevur valt at strikað øll donsk met, sum Pál Joensen hevur sett, fær tað ikki ta stóru ávirkanina á víðari svimjileiðina hjá unga vágbinginum. Longu í næstu viku skal hann til Danish Open-kappingina í Esbjerg, har hann lættliga kann seta øll metini av nýggjum.

Orsøkin er, at nú lýkur Pál Joensen tær treytir, danska svimjisambandið hevur sett, um hansara met skulu verða góðkend sum donsk met. Pál hevur nevniliga tikið eina tunga, men leingi umhugsaða, avgerð: Hann fer nú at umboða Danmark í altjóða kappingum og svimja á danska landsliðnum.

– Eg havi onkuntíð fyrr sagt, at eg eri ikki danskari, men føroyingur, og tað er framvegis galdandi, fyri tað um tað stendur Danmark aftan fyri mítt navn á met- og úrslitalistunum. Tað ger tað longu allíkavæl, so fyri meg kann tað gera tað sama, sigur 18 ára gamli Pál Joensen.

– Nú danska svimjisambandið hevur spurt meg, um eg vil svimja fyri Danmark, fái eg ikki sagt nei, tí tað stendur mær greitt, at skal eg røkka mínum málum, eru umstøðurnar fyri víðari menning ikki til staðar í Føroyum. Eg kann ikki blíva við at venja í einum stuttum hyli í Vági, tá allar tær stóru kappingarnar eru í 50 metra longum hyljum úti í Europa.

Samstundis letur Pál skilja á lagnum, at hann er sera vónbrotin av føroysku politikarunum, ið ikki geva svimjingini ans, tí einki røkist fyri, at ein føroyskur hylur, ið kann brúkast til venjing og altjóða kapping, er í ljósmála næstu mongu árini.

 

Endar í Esbjerg

Í gjár bóru vit tey tíðindi, at føroyskir og grønlendskir svimjarar ikki longur kunnu fáa síni met skrásett sum donsk met, uttan so at teir gevast at svimja fyri ávikavist føroyska og grønlendska svimjilandsliðið, men í staðin svimja á danska landsliðnum og umboða Danmark í altjóða kappingum.

– Míni fremstu mál hava higartil verið EM- og HM-kappingar, men sum allir teir, eg kappist við í altjóða kappingum, droymi eg eisini um OL. Tá olympisku leikirnir eru í London í 2012, havi eg sum danskur landsliðssvimjari møguleika at kappast við teir har eisini, og eg vil fegin fylgja dreyminum um at vinna olympiskt gull, sigur Pál Joensen, sum samstundis gevst við samstarvinum, hann í fleiri ár hevur havt við Jón Bjarnason, høvuðsvenjara hjá Suðuroyar Svimjifelag.

– Tað liggur einki persónligt í tí, tí Jón hevur verið mín størsti stuðul og er ein fantastiskur venjari, og hann stuðlar mær eisini eisini í avgerðini um at taka av tilboðnum um at koma á danska svimjilandsliðið. Men av tí at eg skal til Esbjerg at svimja við sama felag sum Elspa Mørkøre, West Swim, verður tað Bo Jacobsen, sum verður nýggjur venjari hjá mær.

Hesin Bo Jacobsen er ikki hvør sum helst, tí hann er beiggi fleirfaldað europa- og heimsmeistaran, Mette Jacobsen, sum hann vandi øll árini. Felagið í Esbjerg fær í dag, sum er evstamark fyri flyting, fyribils váttan um svimjiloyvið hjá Pál Joensen, sum tó ikki umboðar West Swim í kapping fyrr enn um ein mánað.

– Í næstu og aðru viku fari eg at umboða Aalborg Svømmeklub, og eftir tað kemur so svimjiloyvið hjá mær til felagið í Esbjerg, sum eg komi at umboða nakrar ferðir fram til síðst í juni, tá skúlin er liðugur og eg kann flyta til Danmarkar, sigur Pál Joensen, sum sostatt avskrivar møguleikan fyri at umboða Føroyar á komandi Oyggjaleikunum á Álandi.