Páll er fuglfirðingur, sonur Ingu, f. Midjord, og Torkil Beder, bæði ættaði úr Vági og búsitandi í Fuglafirði.
Páll er føddur í Keypmannahavn og flutti til Føroyar sum eitt ára gamal. Búði á Viðareiði í tvey ár, har pápin var prestur, til familjan búsettist í Fuglafirði í 1956.
Eftir lokna skúlagongd sigldi Páll við trolaranum Ólavi Halga og arbeiddi á flakavirki, til hann í 1972 fór á Føroya Studentaskúla í Hoydølum.
Liðugur sum studentur í 1975 arbeiddi hann sum vikarur í skúlanum í Fuglafirði í eitt ár. Hann las á Støðisútbúgvingini í Havn, áðrenn hann fór til Noregs, har hann fekk sær útbúgving innan EDV. Síðan hevur hann arbeitt sum EDV maður á Elektron í meira enn 20 ár. Í dag er hann deildarleiðari á skattadeildini á Elektron.
Hann hevur í nógv ár verið virkin innan ítrótt og hevur m.a. verið við til at vunnið fleiri meistaraheitir við flogbóltsfelagnum Fleyr og landsliðnum í flogbólti.
Páll er giftur við Onnu, f. Olsen, úr Fuglafirði, tey búgva á Argjum og eiga børnini Fríðu og Finn.