Páll fær møguleikan frá byrjan

Vit gita: Páll A. Klettskarð fær møguleikan frá byrjan

Føroyska A-landsliðið í fótbólti hevði í dag seinastu venjingina undan HM undankappingarlandsdystinum móti Andorra, sum verður í morgin klokkan 17.

 

Les eisini: Lars umhugsar at kollvelta spælið

 

Á tíðindafundinum vildi Lars Olsen ikki avdúka so nógv, men legði dent á, at hann hevur virðing fyri Andorra. Tað regnaði og var nakað illfýsið, meðan spælararnir vandu. Nógv hevur verið tosað um undirlagið, men flestu spælararnir lótu bara væl at vøllinum.

 

Les eisini: Liðskiparin hjá HB byrjar inni

 

Undan venjingin kunngjørdi Lars Olsen, at Jóhan Troest Davidsen byrjar inni í morgin. Hann vil ikki seta á hinar spælararnar, ið hann ivast í. Venjingin gav tó greiðar ábendingar um liðið. Serliga tykist tað sum, at Páll A. Klettskarð fær møguleikan í álopinum.

 

Les eisini: Lars blandar kortini enn

 

Ætlanin er sum skilst, at hann skal taka nógvu nærdystirnar við verjuna hjá Andorra, sum er bæði stór og sterk. Síðani er upp til Joan Símun Edmundsson at liggja nakað aftanfyri og spæla á meiri framrættaða miðvøllinum.

 

Tað var í gjár upp á tal, at tað møguliga bleiv Pól Jóhannus Justinussen, sum kom at stuðla Jóan Símuni Edmundsson. Eisini hevur verið upp á tal, at Bárður J. Hansen byrjar á høgra miðvøllinum, men sannlíkt verður tað Kaj Leo í Bartalsstovu.

 

Vit gita: Føroyar (4-2-3-1)

Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen – Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar – Kaj Leo í Bartalsstovu, Jóan Símun Edmundsson, Gilli R. Sørensen – Páll A. Klettskrað

 

Landsdysturin millum Andorra og Føroyar verður leygardagin klokkan 17. Rás2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.