Hann kennir væl til tíðarskeiðini, tá ið spaniólar og italienar eta saltfisk. Tað er um veturin og serliga í føstuni. Men tá ið páskirnar koma, steðgar upp.
– Soleiðis hevur tað verið í nógv ár. Men í ár er øðrvísi. Vit skuldu senda fýra lastbilar avstað við saltfiski í síðstu viku, men tað fóru bara tveir. Eg veit ikki enn, hvussu tað verður hesa vikuna, sigur Páll Gregersen.
Italia og Spania eru mest sum afturlatin í løtuni.
– Matvøra sleppur tó ígjøgnum, og tað er gott. Men kundarnir eru sera varnir. Nógv verður vanliga selt víðari til smáar gøtumarknaðir, men hesir gøtumarknaðir eru stongdir í løtuni. Nakað verður eisini selt til keypsmiðstøðir, og har er opið. Men tað eru tó avmarkingar á, so at ikki ov nógv fólk sleppa inn í handilin samstundis. Okkara kundar eru tí sera varnir at keypa, sigur Páll Gregersen.
Bremsa
Tey umleið 100 starvsfólkini á Fiskavirkinum í Gøtu hava tó havt regluligt arbeiði. Tað er bæði feskur og frystur fiskur, tey hava arbeitt. Men hvussu verður framyvir, er ógreitt.
– Vit kunnu framleiða, so at vit hava vøru á goymslu. Tað eru vit vanir við at gera. Men vit mugu eisini ansa eftir, tí at vit mugu eisini tryggja okkum, at vit sleppa av aftur við vøruna seinni. Um einki fer víðari, so steðgar upp. Tí mugu vit kanska bremsa eitt sindur, sigur Páll Gregersen.
Rakar fiskimenninar
At kundarnir í Spania og Italia aftra seg við at keypa saltfisk úr Føroyum, ávirkar ikki bara saltfiskavirkini í Føroyum, men eisini skipini, sum fiska tosk.
– Fleiri av skipunum hava ligið í seinastuni. Bæði tí at tað hevur verið ringt veður og harður streymur. Men prísurin er eisini lækkaður. Tí rakar tað fiskimenninar, sigur hann.
Spritta í langar banar
Hóast almennu myndugleikarnir nú mæla til, at ikki fleiri enn 10 fólk eru í rúmi saman, so koyrir arbeiðið tó víðari á Fiskavirkinum í Gøtu.
– Vit hava tikið atlit til tilmælini, ið eru komin. Øll fólkini fara ikki í kaffi- ella matarsteðg samstundis, men í smærri bólkum. Tað er spritt í langar banar á virkinum, og vit royna at ansa eftir í aðrar mátar, sigur Páll Gregersen.