Tá Jónas þór Næs varð útvístur í landsdystinum í Serbia var greitt, at Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, noyddist at finna ein avloysara. Og hesin er nú funnin.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at Pætur Dam Jacobsen úr Skála er tikin út í landsliðshópin. Hetta er fyrstu ferð, at 25 ára gamli havnarmaðurin er við í landsliðshópinum.
FSF staðfestir eisini, at Símun Samuelsen, sum noyddist av vøllinum í Serbia við skaða, eftir øllum at døma verður tøkur til mikukvøldið.