Enn eru knappliga tveir tímar, til Jógvan Martin Olsen ger av, hvørjar ellivur hann sendir á vøllin frá byrjan í dag.
10 av nøvnunum í uppstillingini eru tó rættiliga trygg, men spurningurin er, um tað verður Leif Niclasen, sum skal spæla vinstri bakkur, meðan Jóhan Troest Davidsen flytur yvirum. Ella um Pætur Dam Jacobsen kemur á høgra bakk fyri leikbannaða Jónas Tór Næs.
- Fyrimunurin við tí seinna møguleikanum er, at vit tá halda fast um samstarvið, sum var í vinstru síðu í Beograd. Skulu vit flyta Jóhan yvir, so skal Leif inn, og hann hevur ikki spælt saman við eitt nú Jón Róa og Símun, so tá leggja vit upp til nýtt samstarv í báðum borðunum, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.
Í aðrar mátar verður talan helst um eitt óbroytt føroyskt landslið, sum fer at síggja soleiðis út:
Jákup Mikkelsen - Jóhan Troest Davidsen/Pætur Dam Jacobsen, Egil á Bø, Jón Rói Jacobsen, Leif Niclasen/Jóhan Troest Davidsen - Jákup á Borg, Mikkjal Thomassen, Christian Høgni Jacobsen, Atli Danielsen, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum.