Nógv fólk stukku inn á gólvið hendan dagin, fleiri talur vóru hildnar á samkomuni. Tey sum hildu røðu vóru: Sigurð Simonsen, borgarstjóri, Dánjal Vang, formaður í teknisku nevnd, og Sæunn Ólavsdóttir, formaður í stýrinum fyri Eysturoyar Røktar & Ellisheim.
Eisini hevði Petur Martin Petersen í Fuglafirði yrkt ein sang til høvið.
Pætur er 54 ára gamal og fuglfirðingur, sonur Mathildu, f. Petersen, og Albert Joensen, bæði úr Fuglafirði.
Hann lærdi til snikkara í Fuglafirði frá 1967-71. Síðan fór hann til Danmarkar at lesa til verkfrøðing og kom heim aftur í 1976. Hann arbeiddi hjá Landsbyggifelagnum í Havn í tvey ár, til hann bleiv settur sum kommunuverkfrøðingur 1. desember 1978. Tá Fuglafjørður fekk býarheiti í 1993 bleiv hann býarverkfrøðingur.
Pætur var fyrsti verkfrøðingur hjá Fuglafjarðar kommunu, og hevur hann verið við til at uppbyggja teknisku deild hjá býráðnum í Fuglafirði. Sum leiðari av teknisku deild hevur hann staðið fyri projektering av havnum, vegum, kloakkum, tunnlum, útstykkingum, skúlum og eldrasambýlinum í bygdini.
Hann er formaður í bygginevndini fyri Eysturoyar Røktar & Ellisheim og nevndarlimur Sjúkrakassa Fuglafjarðar Læknadømis.
Pætur er giftur við Aspu, f. Hansen, úr Fuglafirði og tey eiga tvey børn, Albert, sum lesur til verkfrøðing í Aalborg og Mathildu, sum gongur á studentaskúlanum á Kambsdali.