Pætur í landsliðshópin

Jógvan Martin Olsen hevur í dag kallað inn Pætur Dam Jacobsen úr Skála til landsliðshópin fyri leikbannaða Jónas Tór Nær. Pætur hevur ongan tíð áður verið í landsliðshópinum, og nú fleiri av hinum alternativunum eru í Grikkalandi við U21-liðnum kann hann fáa sín fyrsta landsdyst. – Eg vildi hava ein spælara, sum kann fara beint inn á bakkin, tí við avrikinum í Beograd í huga vildi eg sleppa at gera ov nógvar rokeringar, sigur Jógvan Martin Olsen.