Skála vann í dag 2-0 ímóti AB á Argjum við málum frá Brian Jacobsen og Edvin Jacobsen. Sostatt tykist ongin ivi at vera um, at Skála eisini spælir sunnudagsfótbólt í Effodeildini í 2017. Átta stig eru niður til AB skeivu megin niðurflytingarstrikuna. Bert 12 stig eru eftir at spæla um, og tað tykist at vera óhugsandi, at AB skal klára at hála so nógv stig inn á Skála.
Pætur Dam Jacobsen er fyrrverandi AB-leikari, og hann sigur seg hava eitt sindur blandaðar kenslur um at senda AB niður í 1.deild.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, ið Hilmar Jan Hansen gjørdi við Pætur Dam Jacobsen.