Pætur drekkur rátt nátaegg

Í vikuni hava sandoyingar verið og rænt nátaegg, og árið man hava roynst á leið sum í fjør.

Í vikuni, sum fer, hava sandoyingar verið og rænt nátaegg, og sagt verður úr oynni, at árið man hava roynst á leið sum í fjør. Eins og við øðrum sjófugli, hevur nátin eisini verið í minking, tó at tað framvegis er nógv til av náta.

 

Vestanfyri á Sandoynni er vanligt, at rænt verður við trimum liðum. Skopuningar eru teir norðastu, og síðan ræna sandingar miðoynna og suðureftir.

 

Eitt sindur ymiskt er, hvør er við í ræningini, og ikki so sjáldan hjálpa skopuningar sandingum  - og øvut. Tað eru ein blandingur av fólki, tá rænt verður. Ungir menn, tilkomnir menn, eldri menn, og tað er ikki so sjáldan, at onkur ung genta eisini er við. 

 

At ræna er gamal siðaarvur, og ofta liggur hetta í familjum og verður borið víðari til næstu ættarliðini í familjuni.

 

Á myndini er tað skopuningurin, Pætur, sum saman við øðrum var og rændi um miðoynna vestan fyri mánadagin. Tá tað eina havhestaeggið brotnaði, helt hann, at tað kortini ikki skuldi fara til spillis. Hann tók snøgt sagt og drakk eggið rátt, soleiðis sum myndirnar vísa.

 

Ymiskt er, hvussu langt niður í bergið menn fara, tá rænt verður. Teir, ið hava møguleika at draga línuna við fýra-hjólara ella traktori, fara vanliga longur niður í bergið.